140x140

Útlát av F-gassi

Niðanfyri sæst, hvussu útlátið av vakstrarhúsgassi frá ídnaðarligum tilgongdum hevur verið síðani støðisárið 1990. Gev gætur, at talan ikki er um útlát, sum stavar frá brenning av olju.
 

Útlát av vakstrarhúsgassi frá ídnaðarligum tilgongdum (t.v.s. útlát av F-gassum)

Kelda: SEV og virki, sum innflyta kølievni (HFC-ir). Seinast dagført: juli 2020.


SF6 og HFC'ir eru sterk vakstrarhúsgass (eisini nevnd F-gass ella ídnaðargass), sum innihalda fluor. 


Útlát av HFC’um (serliga HFC-134a og R-404a) stavar í høvuðsheitum frá nýtslu sum kølievni í køliskipanum, eisini í bilum. Vøksturin í útlátinum seinastu trý árini, skyldast tó øktan innflutning av kølievninum R-507a, (blandingur millum HFC-143a og HFC-125) sum verður brúkt í køliskipanum umborð á fiskiskipum, í staðin fyri HCFC-22 (freon-22, R-22), sum er eitt ozonoyðandi evni, sum ikki er loyvt at innflyta. Les kunngerð um ozonoyðandi evni

SF6 verður brúkt í háspenningskipanum hjá SEV. Innflutningurin av SF6 vaks í 2014, m.a. orsakað av vindmylluútbyggingum í Húsahaga.
 

Les meira: Um vakstrarhúsgass
 

Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrathúgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

 

Ídnaðarligar tilgongdir