Útlátið av vakstrarhúsgassi frá flogferðslu fevnir um útlát, sum stavar frá olju, sum flogfør og tyrlur hava bunkrað í Føroyum og sum er brúkt í flúgving innanoyggja og annars í danska Kongaríkinum, til Danmarkar og til Grønland.
Myndin niðanfyri vísir útlátið frá olju, sum flogfør og tyrlur hava bunkrað í Føroyum tíðarskeiðið frá 1990 og til seinastu uppgerð.
Kelda: Atlantic Airways og Hagstova Føroya. Seinast dagført: juli 2021.
Oljukeypið er fallið nógv seinastu árini síðani nýggju A319 flogførini hjá Atlantsflog komu. Hesi flogfør bunkra størsta partin av oljuni uttanlanda.
Í 2009 var flúgvingin hjá Atlantic Airways tillagað búskaparligu afturgongdina í samfelagnum, og tí fleyg Atlantic Airways færri túrar í 2009 í mun til 2008.
Les meira: Um vakstrarhúsgass
Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.
Brenning av olju o.a.
Landbúnaður
Ídnaðarligt virksemi