140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum fevnir um útlát frá frá brenning av olju umborð á øllum fiskiskipum, bæði føroyskum og útlendskum, sum bunkra í Føroyum. 

Myndin niðanfyri vísir gongdina í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi frá føroyskum og útlendskum fiskiskipum, frá 1990 og fram til nýggjastu uppgerðina.

Kelda: Hagstova Føroya og oljufeløgini. Seinast dagført: juli 2021.

Olja, sum føroysk fiskiskip bunkra uttanlands telur ikki við í føroysku uppgerðini (men í uppgerðini í tí landinum, har bunkrað varð).

Um eitt útlendsk fiskiskip hinvegin bunkrar her, so telur tann oljunýtslan við í føroysku uppgerðini, men tó einans, um sølan fer fram gjøgnum føroyskt oljufelag.

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum var stórt sæð vaksandi árini 1993-2002 og síðani mest sum støðugt fram til 2007. Frá 2008 og fram til seinastu uppgerðina hevur útlátið sveiggja nakað. Orsøkin er fyrst og fremst, at í 2009 varð farið undir at veita skipum brenniolju í Fuglafirði. Ójavna sølan sæst aftur í samlaða føroyska útlátinum fyri fiskiskip. 

Í 2008 var eitt munandi fall í útlátinum hjá føroyskum fiskiskipum. Høgir oljuprísir, færri skip í flotanum og minni veiðuinnsatsur vóru orsøkirnar. Sølan av olju og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassi er sum heild økt síðani 2009.  Í 2016 fall sølan av olju til føroysk fiskiskip nakað. Orsøkin er serliga, at verksmiðjuskip og nótaskip bunkraðu minni av olju (í Føroyum). Sum myndin eisini vísir, so skyldast stóri vøksturin í útlátinum í 2017 og 2018 serliga eina økta sølu til útlendsk fiskiskip. Eftir tveimum árum var sølan tvífaldað. 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu oljusøla til fiskiskip er býtt millum føroysk og útlendsk skip, aftur til 2001. Tølini skulu  takast við fyrivarni.

Stóri vøksturin í søluni til útlendsk skip, sum var í 2017 og ’18, var ikki í ‘19 og ’20 og tykist sølan lutfalsliga støðug á leið 80-90 tons hesi árini. 

Kelda: Hagstova Føroya og oljufeløgini. Seinast dagført: juli 2021.

 

Les meira: Um vakstrarhúsgass

Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Fiskiskap