140x140

Orka og elveiting

Yvirskipaða endamálið á orku- og elveitingarøkinum er at tryggja bíliga, trygga og burðardygga orku. Orkupolitikkurin snýr seg tískil einamest um at minka um oljunýtsluna og at gagnnýta náttúrugivna orkutilfeingið á besta hátt við fyriliti fyri búskapi, veitingartrygd, náttúru og umhvørvi.

Aðalmálið er, at Føroyar skjótast gjørligt gerast óheftar av jarðrunnum brennievnum og í størri mun nýta varandi orkukeldur, eins og umráðandi er, at Føroyar sjálvar hava ræðið á hesum so týðandi luti, bæði búskaparliga og umhvørvisliga.

Samgonguskjalið frá 14. september 2019 ásetur at landsstýrið vil virka fyri einum grønari og burðadyggari samfelagi, at grønari orkuloysnir gerast bíligari fyriu brúkaran, at ferð verður sett á útbygging av grønari orku og at fult gjøgnumskygni fæst á elveitingarøkinum.

12. mars 2021 varð uppskot til orku- og veðurlagspolitikk sent til hoyringar í politisku skipanini og alment. Uppskotið fevnir um 25 átøk at fremja grønar orkútbyggingar og at minka um útlátið av veðurlagsgassum í tíðarskeiðnum fram til 2030. Uppskotið kann lesast her.

Fá meir at vita

Útboðstilfar og svar upp á spurningar viðvíkjandi tilfarinum fæst frá ráðgevingarfyritøkuni Rajani/Rasmussen. Skriva til jr@rajanirasmussen.com ella ring til John Rajani, tlf.  222299.

 

Orka