Útlát av vakstrarhúsgassi frá leitiboring fevnir um útlát, sum boripallar leiða út, tað tíðina teir eru á føroyskum øki.
Kelda: Hagstova Føroya og fyristøðufeløgini. Seinast dagført: juli 2021.
Stabbamyndin avspeglar týðuliga, nær leitiboringar hava verið undir Føroyum: í 2001 vórðu tríggir leitibrunnar boraðir. Eisini varð borað í 2003, 2006 og um ársskiftið 2007/08, í 2010, 2012 og 2014.
Les meira: Um vakstrarhúsgass og um frálandavinnu.
Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.
Brenning av olju o.a.
Landbúnaður
Ídnaðarligt virksemi