Granskingardeildin á Umhvørvisstovuni fæst við at fáa til vega vitan um dálkingarstøðuna í føroysku náttúruni. Hetta arbeiði fevnir um at lýsa og granska í útbreiðsluni av umhvørvisdálkandi evnum og árin av teimum.
Gransking av dálkandi evnum í føroysku náttúruni, hevur serliga fokuserað á langtransporteraði umhvørviseitrandi evni, sum t.d. PCB og kyksilvur, og onnur dálkandi evni, sum eru umfataði av altjóða konventiónum og tískil krevja regluligar kanningar, men er ikki avmarkað til hesi.
Endamálið við kanningunum er at útinna og menna eina tíðarhóskandi og relevanta yvirvøku av umhvørviseitrandi evnum og árin tess í sjónum, á landi og í vøtnum og áum.
Eftir avtalu kann vitanarkjarnin fremja umhvørvis- og árinskanningar við støði í kontraktum við eksternar ella internar kundar.