140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum

Útlát av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum stavar frá brenning av olju í oljufýri. Útlátið er tí ein mynd av, hvussu nógva olju húsarhald brúka til upphiting.

Myndin niðanfyri vísir útlát frá húsarhaldum í tíðarskeiðinum 1990-2020. Eftir kreppuárini í 90'unum, hevur oljunýtslan hjá føroyskum húsarhaldum verið rættiliga støðug, men eisini sum heild spakuliga fallandi seinastu 10-15 árini, serliga sæð í ljósinum av fólkavøktrinum, sum hevur verið seinni árini.

Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: juli 2021.

Nøgdin av olju, sum verður brend avhongur av veðrinum, serliga hitanum. Í 2010 og 2015 var kalt í veðrinum. Hetta sæst aftur á myndini omanfyri, tí í júst 2010 og 2015 var útlátið av CO2 størri enn onnur ár.

Um upphiting av bygningum og graddagar

Um vit sum dømi hyggja nærri at 2010, sum var eitt kalt ár har miðalhitin í Tórshavn var 6,3°C, tann lægsti í langa tíð. Húsarhaldini brúktu lutfalsliga nógva olju.

Mált í sokallaðum graddøgum, var munurin millum úti- og innihita í miðal 15 % størri í 2010 enn í 2009. Alt annað líka, skuldi kalda veðrið í 2010 økt oljunýtsluna við 15 %, men økingin var helvtina minni, sum er ein ábending um, at húsarhaldini hava minkað um oljunýtsluna ella brúka aðrar orkukeldur til upphiting. Millum annað hava yvir 600 húsarhald í Føroyum hitapumpu (tøl frá 2009) og seinastu árini eru eisini nógv, sum hava bjálvað hús síni betri. Alt annað líka, skuldi hitapumpur og betri bjálvað hús minka um oljunýtsluna og um útlátið av vakstrarhúsgassi. 

Myndin niðanfyri vísir samanhang millum graddagatal og upphiting við olju, 1990-2020.

Les meira: Um vakstrarhúsgass
 

​ Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring tlf. 342400 ella skriva til Umhvørvisstovuna us@us.fo.

Húsarhald