140x140

Skeið í at fyribyrgja og týna rottu

Umhvørvisstovan skipar í døgunum 26.-29. apríl 2022 fyri skeiði um at fyribyrgja og týna rottu.

Skeiðið er serliga ætlað aktingarfólki hjá kommununum, men er eisini viðkomandi hjá fólki sum, arbeiða í fyrisitingini hjá kommunum, arbeiða við spillivatnsskipanum ella fyritøku har fyribyrging og týning rottu er liður í arbeiðinum, húsavørðum og øðrum.

Fyri at fyribyrgja og týna rottu, er neyðugt at hava holla vitan um rottu, rottueitur, fellur o.a., og er ætlanin at tey, sum arbeiða við at fyribyrgja og týna rottu, skulu verða løggildað. Fyri at fáa løggilding er tað ein treyt at hava luttikið á skeiðinum ella samsvarandi skeiði í eitt nú Danmark. 

Skeiðið verður á Hotel Hafnia  26. – 29. apríl 2022, og er vistarhaldsskeið, t.e. at luttakararnir búgva á hotellinum, meðan skeiðið varar.

Kostnaðurin er 10.000 kr.

Freist at tekna seg til skeiðið 1. apríl 2022

Avmarkað luttøka.

Meira kunning um skeiðið fæst her

SKEIÐIÐ ER FULLTEKNAÐ! Um tú vil setast á ein bíðilista, skriva til BiritaK@us.fo


Meiri fæst at vita við at ringja til Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk á telefon nr. 342400 ella 234349, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

 

Skeið - rottur