140x140

Skeið í at fyribyrgja og týna rottu

 
Um skeiðið 
Skeiðið verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir og kjaki millum luttakararnar.
 
Undirvísari
Ann-Charlotte Heiberg, sum fer at undirvísa á skeiðnum, er millum fremstu donsku serføðingar á økinum. Ann-Charlotte hevur breiða vitan um m.a. lívfrøði og atburð hjá rottu, eitur og mótstøðuføri og fyribyrging og týning av rottu. Síðani 2004 hevur Ann-Charlotte Heiberg verið undirvísari og skeiðsleiðari á løggildingarskeiði í rottutýning hjá Miljøstyrelsen í Danmark.
 
Á skeiðinum leggja vit dent á hesi evnini:
Lóggáva sum hevur samband við rottu
Lívfrøði hjá rottu og mús– eitt nú lívsháttur og vanar v.m.
Fyribyrging og týning av rottu í bygdum og óbygdum økjum
Rottu- og músaeitur, nýtsla og virknaður
At rottutryggja bygningar og kloakkir, at finna brek í kloakkini
Hvussu skal týnarin ansa eftir sær sjálvum 
Smittuvandi frá rottu og mús
Yvirvøka og tilbúgving
Skráseting av fráboðanum, uppfylging, átøk at fyribyrgja og týna rottu í kommununi
 
Løggilding sum rottutýnari
Fyri at fyribyrgja og týna rottu, er neyðugt at hava holla vitan um rottu, rottueitur, fellur o.a. Ætlanin er, at aktingarfólk o.o., sum arbeiða við at fyribyrgja og týna rottu, skulu verða løggildað, eins og í londum kring okkum. 
Tey, sum luttaka á skeiðinum og standa próvtøkuna, kunnu verða løggildað rottutýnarar. Løggildingin verður eftir ætlan galdandi í fimm ár.

 
 
Próvtøka
Skeiðið endar við próvtøku. Fyri at verða løggildur rottutýnari, er neyðugt at standa próvtøkuna. 
Sum hjálp hjá fólki, sum hava trupulleikar við at lesa, orsakað av orðblindni ella aðrari orsøk, kunnu spurningarnir til próvtøkuna verða lisnir upp.
 

Hava tit spurningar um ymiskt viðvíkjandi skeiðinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk, á telduposti BiritaK@us.fo ella á telefon nr. 342400 ella 234349

Nærri lýsing