140x140

Ramsar í Føroyum

Í 2010 fór táverandi Innlendismálaráð undir at fyrireika útnevningar av Ramsar-økjum í Føroyum. Hetta sambært skyldu í Ramsar-sáttmálanum. Undan tilnevningini høvdu serliga Havstovan, Náttúrugripasavnið og Føroya fuglafrøðifelag gjørt eitt drúgt fyrireikingararbeiði at savna og skipa neyðugar dátur og upplýsingar, sum skuldu nágreinast í umsóknarbløðunum til Ramsar-skrivstovuna. Umsóknin varð tilevnað í kjalarvørrinum á einum stórum Ramsar-fundi í Tinganesi, har umboð frá Ramsar-skrivstovuni, fólk úr Danmark, Grønlandi, Íslandi og umboð fyri føroyskar myndugleikar, kommunur og felagsskapir greiddu frá, hvussu farast skuldi fram fyri at útpeika øki.

Náttúrugripasavnið og Havstovan tilevnaðu umsóknina til Ramsar-skrivstovuna, har Nólsoy, Mykines og Skúvoy vórðu innstillaðar til at gerast Ramsar-øki. Á Ramsar-partsfundi í Bukarest í juli 2012 vórðu tilnevningarnar av Nólsoy, Mykines og Skúvoy góðkendar.

14. mars 2013 fingu borgarstjórarnir í teimum trimum tilnevndu Ramsar-økjunum heiðursskjal fyri tilnevningina.
 

Kári P. Højgaard, táverandi landsstýrismaður í Innlendismálum saman við Suna Jacobsen, borgarstjóra í Sørvágs kommunu, Harry Jensen, borgarstjóra í Skúvoyar kommunu og Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, beint eftir handanina av Ramsar-heiðursbrøvum.

Í juni 2013 legði táverandi Innlendismálaráð uppgávuna at fyrisita tilnevndu Ramsar-oyggjarnar til Umhvørvisstovuna, herundir at standa fyri arbeiðinum at gera Ramsar-ætlanir fyri Nólsoy, Mykines og Skúvoy.

Á várið í 2015 vórðu Ramsar-ætlanirnar fyri Nólsoy, Mykines og Skúvoy lidnar. Sí her.

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Ramsar