Her eru 5 orsøkir til illgruna um rottu:
1. Skarn eftir rottu.
Rottulortar eru størri enn músalortar, umleið 15-20 mm langir, 5-6 mm tjúkkir.
2. Ringur luktur.
Luktur. Har rotta er, luktar oftast illa, eins og av kloakk
3. Gnagað hol.
Gnagað hol. Rottur gnaga sær hol gjøgnum gólv, veggir og annað, og holini eru ofta rund.
4. Grivin hol.
Hol í túninum, eitt nú inni við grundina, við ristir ella rør, kunnu vera tekin um, at rotta hevur grivið har og máað undan.
5. Ljóð
Hoyrir tú okkurt klóra og skava, kann tað vera mús ella rotta. Hoyrir tú eisini gníst og hvin, er tað heldur rotta.
Vit hava øll skyldu at boða frá rottu. Kommunan eigur ábyrgdina at týna rottu. Tí skal kommunan hava boð sum skjótast, so týningin verður sett í verk alt fyri eitt.
Fá samband við tína kommunu her
Aktingarfólkið kannar staðið. Eru slóðir? Hol? Hvønn veg kann rottan ferðast?
Er tilburðurin uttandura, verður síðani ein kassi við eitri settur út. Aktingarfólkið kannar regluliga kassan. Er etið av rottueitrinum, verður nøgdin hildin við líka. Tryggjað verður, at onnur føði ikki er nærhendis at finna hjá rottuni.
Er rotta fráboðað innandura, verða vanliga fellur settar upp og onki eitur brúkt. Hetta fyri at sleppa undan, at deyð rotta liggur undir gólvinum ella millum skins og hold. Deymurin av deyðari rottu er ramur í langa tíð.
Í teimum oyggjunum, har rotta er, ræður um at gera tað so óliviligt fyri tær sum gjørligt. Rotta trívist, har hon hevur føði og goymistøð, so tað eru hesi bæði, tær ikki skulu finna.
Rottur eta alt, frá fuglafræi til seyðasparl.
Lat ikki matleivdir liggja úti. Gevur tú fuglum, so gev bert so mikið sum teir eta eftir einari løtu.
Fóður, sum verður goymt í úthúsum, skal vera í lufttøttum ílati, so rottan ikki fær tevið av tí.
Tá seyður ella onnur dýr fáa, skal fóðrið ikki sløðast um økið og skal verða uppi hvørja ferð givið verður.
Hav tættar hurðar inn í fjós og úthús, og lat ikki standa opið.
Hav ikki órudd liggjandi uttanfyri, sum rottan kann reiðrast í.
Tett øll hol í veggjum og múrum.
Hygg eftir, at ristir, rør og annað er heilt, og at tað ikki gloppar rundan um hesi støð.
Hav úthurðar aftur.
At halda rottuna burtur úr teimum oyggjum, hagar hon enn ikki er komin, hevur sera stóran týdning fyri náttúruna, ikki minst fyri fuglalívið. Rotta legst í fuglabjørg og fuglabøli og etur eggini. Hon kann gera óbótaligan skaða á fuglastovnarnar, sleppur hon framat.
Størsti vandin fyri spjaðing av rottu til rottufríu oyggjarnar er flutningur av vøru og fóðri.
Flutningsfeløg og onnur, sum flyta frakt og vøru millum oyggjarnar, hava skyldu at tryggja, at vøra, sum tey flyta, ikki hevur rottu við sær.
Fyritøkur, sum flyta inn fóður til Føroyar, skulu tryggja sær, at henda vøran ikki ber rottu við sær, og skulu pakka vøruna av nýggjum, eftir at hon er komin til landið, um ivamál kann vera um, at rotta kann goyma seg í vøruni.
Vøra, sum verður flutt millum oyggjar, skal vera í heilum posa, t.v.s. at ásettir fóðursekkir skulu ikki flytast til rottufríar oyggjar.
Alifeløg hava skyldu at tryggja, at fóðurflutningur til rottufríar oyggjar ikki ber rottu við sær, og tey eiga at kunna síni starvsfólk um teirra skyldur viðvíkjandi flutningi til rottufríar oyggjar.
Umborð á ferjum skal eftirlit vera. Har skal haldast reint og ruddiligt, og bingjur til burturkast skulu vera rottutættar. Vørugoymslur umborð eiga at vera rottutættar. Harafturat skal skeltast, soleiðis at viðskiftafólk eru varug við, at tey ferðast til rottufría oyggj.
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo
Vit hava øll skyldu at boða frá rottu. Kommunan eigur ábyrgdina at týna rottu. Tí skal kommunan hava boð sum skjótast, so týningin verður sett í verk alt fyri eitt.
Fá samband við tína kommunu her
Ein rotta kann leypa umleið 70 cm upp.
Ein rotta kann grava og gnaga seg gjøgnum alt, sum er bleytari enn jarn.
Ein rotta er sera smidlig og sleppur gjøgnum hol, sum eru so smá sum 2 cm í tvørmáti.
Ein rotta kann grava seg 50 cm niður í lendið.
08.09.20 | Nú er tíð at bíleggja rottueitur og útgerð at týna við
01.10.19 | Soleiðis skulu vit halda rottuni niðri - og burturi
05.06.14 | Frágreiðing um rottuspjaðing
29.11.14 Føroyskar rottur hava ikki vandamikla bakteriu (KvF)
15.12.11 Kanna føroyskar rottur (Setrið)
Rottan (Havstovan)