140x140

Nólsoy

Á vári 2014 varð Ramsar-nevndin fyri Nólsoy skipað við tí høvuðsendamáli at gera eina Ramsar-ætlan fyri Nólsoy.

Limir í Ramsar-nevndini eru (pr. 11.05.20):

  • Hagastýrini í Nólsoy: Kaj Olsen, Réne Hansen, Rúni Jacobsen og Jógvan Thomsen,
  • Ramsar-umboðið í Nólsoy: Jens-Kjeld Jensen,
  • Visit Nólsoy: Anja Hartman Wardum,
  • Tórshavnar kommuna: Theresa Jákupsdóttir,
  • Søvn landsins/Náttúrugripasavnið: Janus Hansen,
  • Umhvørvisstovan: Maria Gunnleivsdóttir Hansen og Suni Petersen

Nevndin avtalaði, at Umhvørvisstovan skuldi fyriskipa nevndararbeiðið, til fyrsta Ramsar-ætlanin fyri Nólsoy er liðug. Viðtøkurnar fyri nevndina eru her.
Avgjørt varð, at aðrir áhugapartar eftir tørvi skulu takast við í arbeiðið.

Nevndin hevur skipað fyri almennum fundum, t.d. var borgarafundur Royndarhúsinum í Nólsoy 1. apríl 2014, har kunnað varð um Ramsar og um ætlanina at gera Ramsar-ætlan fyri Nólsoy. Yvir 50 fólk vóru á fundinum og orðaskiftið var dúgligt og fleiri góð sjónarmið og uppskot komu fram. 11. mars 2015, var nýggjur borgarafundur í Nólsoy, har uppskot til fyrstu Ramsar-ætlanina varð lagt fram. Seinni, í desember 2015, varð ætlanin løgd út í almenna hoyring í 4 vikur.

Endaliga Ramsar-ætlanin fyri Nólsoy er her
 


Mynd: Borgarafundur í Nólsoy 2014

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Nólsoy