Á vári 2015 varð Ramsar-nevndin fyri Mykines skipað við tí høvuðsendamáli at gera eina Ramsar-ætlan fyri Mykines.
Limir í Ramsar-nevndini (pr. 20.04.2021):
Nevndin avtalaði, at Umhvørvisstovan skuldi fyriskipa nevndararbeiðið, til fyrsta Ramsar-ætlanin fyri Mykines er liðug. Viðtøkurnar fyri nevndina eru her.
Avgjørt varð, at aðrir áhugapartar eftir tørvi skulu takast við í arbeiðið. Nevndin hevur skipað fyri almennum fundum. Tann 10. apríl 2015 var borgarafundur í skúlanum í Mykinesi, har kunnað var um Ramsar og um ætlanina at gera Ramsar-ætlan fyri Mykines. Mest sum øll bygdin og nøkur fólk við tilknýti til Mykines, íalt eini 12 fólk, umframt eini 8 frá myndugleikum, íalt 20 møttu á fundinum og orðaskiftið var gott og nógv ymisk sjónarmið og uppskot komu fram.
Mynd: Fyrsti borgarafundur í skúlanum í Mykinesi var tann 10. apríl 2015.
Seinni, tann 11. september 2015, var nýggjur borgarafundur í Mykinesi, har uppskot til fyrstu Ramsar-ætlanina fyri Mykines varð lagt fram. Tann 22. desember 2015 varð uppskotið sent í almenna hoyring, og við nøkrum fáum broytingum, varð Ramsar-ætlanin fyri Mykines endaliga samtykt á fundi í Ramsar-nevndini fyri Mykines, tann 19. februar 2016.
Endaliga Ramsar-ætlanin fyri Mykines er her.
Síðani hevur nevndin arbeitt við at seta í verk tilmæli í ætlanini. Serliga viðvíkjandi rottu, gongd í haga og sigling kring Mykines.
Viðtøkurnar fyri nevndina vórðu dagførdar í 2018, sí her
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo
21-06-2021 Lundin í Mykinesi eigur at fáa frið um summarið
27-05-2019 Avmarkingar í siglingarferð kring Ramsar-oyggjar
13-04-2018 Verja av fugli á Ramsar-oyggjum
19-04-2016 Ramsar-ætlanirnar lidnar
22-12-2015 Tríggjar Ramsar-ætlanir í almenna hoyring
07-04-2015 Borgarafundur um Ramsar í Mykinesi