Adoptation (tillaging) |
|
Tillaging til nýggjar ella broyttar umstøður, t.d. broyt umhvørvi, fyri at minka um viðkvæmið til longu komnar ella væntaðar broytingar í umhvørvinum, eitt nú veðurlagsbroytingar. |
|
Adoptation Fund |
|
Grunnur, ið fíggjar verkætlanir í sambandi við tillaging til veðurlagsbroytingar í menningarlondum, sum hava tikið undir við Kyoto protokollini. Grunnurin fær sínar pengar við, at 2 % av øllum CDM verkætlanum (sí niðanfyri) verður goldið í grunnin. |
|
Ad Hoc Working Group, AWG |
|
Ein tilgongd, sum varð sett í gongd á COP 12 í Montreal í 2006 fyri at samráðast um framtíðar bindingar at minka um útlátið (eftir 2012) fyri annex B londini í Kyoto protokollini. Partarnir eru samdir um, at AWG samráðingarnar skulu vera lidnar í so góðari tíð, at einki glopp verður millum fyrsta Kyoto-skeiðið (2008-2012) og annað skeiðið (eftir 2012). |
|
Alliance of Small Island States, AOSIS |
|
Samgonga av smáum oyggjalondum og lágt liggjandi londum, sum eru viðbrekin fyri broytingum í umhvørvinum, serliga fyri alheims upphitingini. |
|
Annex I lond |
|
Fylgiskjal I (Annex I) til veðurlagssáttmálan er ein listi yvir øll londini í Organization of Economic Cooperation and Development, OECD, í 1990 og flestu londini í Mið- og Eystureuropa.
Onnur lond verða vanliga kallað Non-Annex I lond.
Annex I londini skulu sambært veðurlagssáttmálanum hvør sær ella saman, minka um sítt útlát av veðurlagsgassi til 1990 støði í seinasta lagi í 2000. |
|
Annex II lond |
|
Í annex II til veðurlagssáttmálan eru øll londini í OECD í 1990. Sambært veðurlagssáttmálanum skulu hesi lond veita fíggjarliga hjálp til menningarlond fyri at tey kunnu liva upp til sínar skyldur. t.d. at gera uppgerðir yvir síni útlát av veðurlagsgassi. |
|
Annex B lond |
|
Í Annex B til Kyoto protokollina eru tey londini, sum hava bundið seg til eina ávísa minking í útlátinum av veðurlagsgassi í tíðarskeiðinum 2008 til 2012. Annex B hevur øll londini í Annex I uttan Turkaland. |
|
Berlin heimildin |
|
Avgerð av pørtunum til Veðurlagssáttmálan á fyrstu partaráðstevnuni í Berlin í 1995, COP 1. Stjórnirnar ásannaðu, at bindingarnar í veðurlagssáttmálanum ikki vóru nøktandi, og settu í verk eina samráðingargongd at fyrireika eina protokoll ella annað bindandi skjal, ið skuldi binda Annex I londini eftir ár 2000.
Uppgávan varð gjøgnumførd av the Ad Hoc Working Group on the Berlin Mandate, AGBM, sum samráddi seg fram til Kyoto protokollina. |
|
Bubble (bløðra) |
|
Sambært grein 4 í Kyoto protokollini kann ein bólkur av londum saman uppfylla sínar skyldur sambært Annex B í Kyoto protokollini við at savna øll síni útlát undir eini “bløðru”, og býta skyldurnar sínámillum sambært umstøðunum í hvørjum einstøkum landi.
Hetta varð gjørt av teimum 15 ES londunum í 1997, har skyldurnar millum hvørt einstakt land vórðu býttar soleiðis, at t.d. Danmark og Týskland átóku sær nógv tær størstu skyldurnar, meðan t.d. nøkur av londunum í Suðureuropa sluppu at økja síni útlát munandi. |
|
Bunker Fuels ella International Bunkers |
|
Ein vending, ið verður nýtt um brennievni, brúkt av skipum og flogførum í altjóða ferðslu. Útlát frá altjóða skipa- og flogferðslu eru ikki fevnd av Kyoto protokollini, men verða regulerað av hvørjum einstøkum landi. |
|
Capacity Building |
|
Uppbyggjandi mannagongdir millum ríku londini og menningarlond fyri at hjálpa menningarlondum at fáa í lag umhvørvisgóða búskaparliga menning. |
|
Carbon Capture and Storage, CCS |
|
Tað, at savna CO2 frá stórum keldum, eitt nú kraftverkum, og at pumpa tað niður í undirgrundina. |
|
Carbon Market |
|
Verður vanliga brúkt um handil við CO2 kvotum millum lond fyri at liva upp til sínar skyldur sambært Kyoto protokollini ella øðrum avtalum. |
|
Carbon Sequestration |
|
Tað, at CO2 verður bundið í vøkstri (skógum), jørðini, havinum ella í undirgrundini. |
|
Carbon Sinks, (lækking) |
|
Natúrligar ella mannagjørdar skipanir, ið upptaka CO2 úr atmosferuni og goyma tað. Trøð og annar plantuvøkstur og heimshøvini upptaka CO2, og eru tí carbon sinks. |
|
Carbon Tax (avgjald) |
|
Avgjald á útlát av CO2, sum vanliga verður lagt á brennievni, ið hevur CO2 útlát við sær, t.d. kol og olju. |
|
Clean Development Mechanism, CDM |
|
Verkætlanir í menningarlondum, sum verða fíggjaðar av Annex I londum við tí endamáli, at hjálpa menningarlondum at nøkta tørvin á burðardyggari menning, og samstundis at fáa latara-londunum CO2 kvotur. |
|
Common But Differentiated Responsibility, CBDR (felags, men ymisk ábyrgd) |
|
Hugtak í Veðurlagssáttmálanum og Kyoto protokollini, sum sigur, at øll lond hava eina felags, men ymiska skyldu.
Tað merkir, londini hava ymiskar skyldur at avmarka útlátið av veðurlagsgassi. Serliga eru tað annex I londini (tey ríku londini), sum hava útlatsskyldur, meðan t.d. menningarlondini ikki hava nakrar bindandi skyldur sambært Kyoto protokollini. |
|
Conference of the Parties, COP (partaráðstevna) |
|
Partaráðstevnan er hægsti myndugleiki undir Veðurlagssáttmálanum, har lond, sum hava tikið undir við sáttmálanum, luttaka. Fyrsta partaráðstevnan, COP 1, var í Berlin í 1995, og hevur verið hildin á hvørjum ári síðani. |
|
Conference of the Parties serving as the meeting of the Parties, COP/MOP ella CMP |
|
Partaráðstevnan til Veðurlagssáttmálan er eisini partaráðstevna fyri Kyoto protokollina, sum er hægsti myndugleiki fyri Kyoto protokollina. Bara lond, ið hava tikið undir við Kyoto protokollini kunnu luttaka í og vera við til at taka avgerðir á CMP. |
|
Contact Group |
|
Bólkur av luttakandi londum á partaráðstevnu, sum er sett at gera uppskot til avgerðir í sambandi við samráðingarnar. |
|
Decision (avgerð) |
|
Formlig semja, ið er bindandi fyri tey, ið eru við í semjuni. Mótsætt resolution, ið ikki er bindandi.
Decisions fáa gildi beinan vegin tær eru samtyktar, og krevja ikki, at londini seinni staðfesta tær. |
|
Declaration (yvirlýsing) |
|
Ikki bindandi yvirlýsing, samtykt av ráðharrum á altjóða ráðstevnu. |
|
Economy in Transition, EIT |
|
Verður brúkt um Russland og londini í Eystureuropa, sum eru við at fara frá ætlanarbúskapi til marknaðarbúskap. Hesi lond eru nevnd í annex I til Veðurlagssáttmálan, men ikki í annex II. |
|
Emission Trading (útlátshandil) |
|
Skipan, ið loyvir handli við CO2 kvotum fyri at liva upp til sínar útlátstreytir, bæði millum lond og innanlands. |
|
Entry Into Force (gildiskoma) |
|
Tað er tá ein altjóða avtala verður bindandi, sum er aftan á, at eitt ávíst tal av londum hevur tikið undir við henni.
Veðurlagssáttmálin kom í gildi eftir at í minsta lagi 50 lond høvdu tikið undir við honum. Kyoto protokollin kom í gildi eftir at í minsta lagi 55 lond við í minsta lagi 55 % av samlaða CO2-útlátinum í heiminum høvdu tikið undir við henni. |
|
G77 og Kina |
|
Bólkur av londum, upprunaliga 77, men nú fleiri enn 130 menningarlond, ið eru ein serligur bólkur í samráðingarhøpi. G77 og Kina verða eisini nevnd Non-annex I lond í sambandi við veðurlagssáttmálan. |
|
Hot Air (heit luft) |
|
Verður brúkt um tað, at Russland, Ukraina og onnur lond í Eystureuropa, ið hava havt stóra búskaparliga afturgongd aftan á 1990, og harvið stórt fall í CO2 útlátinum, kunnu selja kvotur til onnur lond, uttan at tað minkar um útlátið av CO2. |
|
Intergovernmental Panel on Climate Change, IPCC (altjóða veðurlagspanelið) |
|
Altjóða veðurlagspanelið varð sett á stovn í 1988 av stjórnum undir World Meterological Organization, WMO; og United Nations Environmental Programme, UNEP.
IPCC ger m.a. vísindaligar frágreiðingar og metingar um veðurlagsbroytingar og umhvørvisligar, búskaparligar og sosialar avleiðingar, og møgulig national og altjóða tiltøk at avmarka og standa ímóti veðurlagsbroytingum. |
|
Joint Implementation, JI |
|
Samstarv um verkætlanir, ið avmarka útlát av ella binda CO2, gjørdar í samstarvi millum lond ella feløg í londum, ið hava eitt útlátsloft sambært Kyoto protokollini (annex B-lond). |
|
Kyoto Basket (kurv) |
|
Sambært Kyoto protokollini, hava partarnir skyldu til at minka útlátið av eini “kurv” av veðurlagsgassum. Hesi eru koltvíilta (CO2), metan, køvievnisilta, HFC-gass, PFC-gass og SF6. |
|
Kyoto Mechanisms |
|
Verður vanliga kallað Flexibility Mechanisms (liðiligar mekanismur). Mannagongdir, ið loyva annex I londum at uppfylla partar av sínum skyldum sambært Kyoto protokollini við tiltøkum og verkætlanum í øðrum londum. |
|
Kyoto Protokollin |
|
Protokol sambært veðurlagssáttmálanum, ið bindur londini, nevnd í annex B, ríku londini, at minka útlátið av veðurlagsgassum. Londini hava ymisk krøv at minka útlátið í tíðarskeiðinum 2008 – 2012 í mun til støðisárið 1990.
Kyoto protokollin varð undirskrivað í japanska býnum Kyoto í desember 1995, og fekk altjóða gildi 16. februar 2005.
|
|
Leakage, Carbon Leakage (leki) |
|
Tað, at ein minking í útlátinum av veðurlagsgassi í einum annex B landi, kemur aftur í einum øðrum landi, ið ikki hevur útlátskrøv sambært Kyoto protokollini, við tað at virki flyta til lond, ið ikki eru bundin av útlátskrøvum. |
|
Least Developed Countries, LDC |
|
Bólkur av londum, ið m.a. verða allýst við BTU fyri hvønn íbúgva. Til hesi lond, saman við eitt nú Small Island Developing States, verða serlig atlit tikin í sambandi við tillaging, fígging, tøkniliga og búskaparliga hjálp. |
|
LULUCF |
|
Stytting fyri Land Use, Land-Use Change and Forestry, t.v.s. skógplanting, skógendurreising og felling av skógi o.a. í sambandi við land- og skógbrúk.
Hetta er alt virksemi, ið kann binda ella frígera veðurlagsgass, og kann sostatt bæði økja ella minka um nøgdina av veðurlagsgassi í atmosferuni, og skal teljast við í uppgerð av útláti ella minking av veðurlagsgassi sambært Veðurlagssáttmálanum og Kyoto protokollini. |
|
Marrakech Accords |
|
Semja á COP 7 í Marokanska býnum Marrakech í 2001. Semjan setti reglur fyri teimum meiri samansettu ásetingunum í Kyoto protokollini, og inniheldur m.a. reglur fyri kvotuhandli, CDM-verkætlanum og eftirlit við hesum og fyri fíggjarligum stuðli í sambandi við tillaging til veðurlagsbroytingar. |
|
Mitigation (bøta) |
|
Tiltøk, ið minka um útlátið av veðurlagsgassi. |
|
National Communation |
|
Frágreiðing um tiltøk at avmarka veðurlagsbroytingar. Hvørt einstakt land skal, sambært Veðurlagssáttmálanum og Kyoto protokollini, við ávísum millumbili, gera eina frágreiðing um tey tiltøk, ið verða sett í verk fyri at ganga ímóti veðurlagsbroytingunum.
Flestu av ríku londunum hava gjørt fýra slíkar frágreiðingar, meðan flestu menningarlond hava gjørt sína fyrstu frágreiðing. |
|
Non-Annex I Parties |
|
Tey lond, ið hava tikið undir við Veðurlagssáttmálanum, men sum ikki eru nevnd í fylgiskjali I til sáttmálan (Annex I). Hetta eru í høvuðsheitum menningarlond. |
|
Non-Annex B Parties |
|
Tey lond, ið ikki eru nevnd í fylgiskjali B (Annex B) til Kyoto protokollina. Hesi eru í høvuðsheit¬um menningarlond. |
|
Observers (eygleiðarar) |
|
Felagsskapir, bæði áhugafelagsskapir, altjóða felagsskapir og lond, ið ikki eru partar av Veðurlagssáttmálanum, ið hava rætt at luttaka á partaráðstevnuni (COP) og undirbólkum, men ikki hava atkvøðurætt.
Hesir eru eitt nú serfelagsskapir undir ST og aðrir millumlanda felagsskapir. |
|
Protocol (protokol) |
|
Altjóða avtala, ið er knýtt at einum verandi altjóða sáttmála sum ein serstøk avtala, ið skal undirskrivast og staðfestast av pørtunum til sáttmálan.
Protokollir verða vanliga brúktar til at menna ein sáttmála við at leggja nýggjar og meiri nágreiniligar ásetingar afturat. |
|
Ratification (staðfesting) |
|
Formlig staðfesting av einum altjóða sáttmála, protokoll ella avtalu. Verður vanliga gjørt av tjóðartingi ella øðrum lóggevandi myndugleika fyri at eitt land kann gerast partur av sáttmála ella protokoll.
Staðfestingin fer fram, eftir at landið hevur undirskrivað avtaluna, og skal vanliga latast ST aðalskrivaranum, fyri at eitt land kann gerast partur av sáttmálanum. |
|
Reservation (fyrivarni) |
|
Undantak ella fyrivarni móti parti av sáttmála ella avtalu, ið eitt land tekur í sambandi við staðfesting av altjóða sáttmála, protokoll ella avgerð.
Eingi fyrivarni eru loyvd sambært Veðurlagssáttmálanum ella Kyoto protokollini.
Hóast hetta, tók Danmark landafrøðiligt fyrivarni fyri Føroyum í sambandi við staðfesting av Kyoto protokollini. Fyrivarnið byggir á siðvenju, og tað, at eingin partur hevur mótmælt fyrivarninum. |
|
Rio sáttmálin |
|
Tríggir altjóða umhvørvissáttmálar verða nevndir Rio sáttmálin. Tveir vórðu samtyktir á heims umhvørvistoppfundinum (Earth Summit) í 1992, ávikavist Veðurlagssáttmálin (UNFCCC) og sátmálin um lívfrøðiligt margfeldi (Convention on Biodiversity, CBD). Hin triði er sáttmálin móti oyðimarkargerð (United Nations Convention to Combat Desertification, UNCCD), sum varð samtyktur í 1994. |
|