140x140

Sundurbýti

Sundurbýti

Sundurbýti merkir, at eitt øki verður býtt frá eini ogn til sjálvstøðuga ogn. Tá ið sundurbýti verður framt, ber til at knýta ein servitutt at frábytta økinum. Servitutturin kann eitt nú tryggja upprunaliga eigaranum atgongd til almennan veg gjøgnum ognina, seta mark fyri hægstu bygging á nýggju ognini ella annað.

Tann sum ynskir sundurbýti, ella sundurbýti til samanlegging, skal venda sær til Umhvørvisstovuna, sum kannar, um ætlaða sundurbýtið er lógligt. 

Les meira:

Løgtingslóg nr. 64 frá 11 desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m.

Kunngerð nr. 14 frá 11. februar 2009 um gjøld eftir matrikullógini.

Sundurbýti