140x140

Elveitingareftirlitið

Elveitingareftirlitið, ið er skipað sum myndugleikaeind á Umhvørvisstovuni, virkar sambært løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við seinni broytingum - eftirlit innan elveitingarøkið. 

Endamálið hjá Elveitingareftirlitinum er at tryggja, at elveitingin í Føroyum verður løgd til rættis við fyriliti fyri veitingartrygd, samfelagsbúskapi og umhvørvi, og at stimbra nýtslu av varandi orkukeldum, tó við neyðugum atliti til veitingartrygdina.

Tað er harumframt eitt aðalendamál, at prísurin á ravmagni ikki verður hægri enn neyðugt.

Tvey fólk starvast á Elveitingareftirlitinum. 

 

Eftirlitsuppgávurnar kunnu býtast upp í eitt nú fíggjar- , roknskapar- og kappingareftirlit í mun til útbygging innan elorkuøkið av ávikavist netvirkseminum, framleiðsluvirkseminum, prísáseting fyri elflutning, prísáseting fyri framleiðslu, prísáseting til endabrúkaran.

Arbeiðsuppgávurnar á Elveitingareftirlitinum fevna m.a. um:
• At viðgerða umsóknir um loyvi sambært elveitingarlógini – framleiðsluloyvi, netloyvi o.o. loyvi sambært elveitingarlógini.
• Hava eftirlit við, at loyvistreytir v.m. verða hildnar á loyvum, veitt sambært elveitingarlógini
• Gera kostnaðargreiningar av árligu fíggjarætlanunum og roknskapunum hjá el-framleiðarum og netveitara (SEV) og harundir góðkenna elprísirnar til elframleiðarar og endabrúkarar
• Lýsa útboð av loyvum til elframleiðslu úr vindorku og viðgerða umsóknir um loyvi í tí sambandi
• So vítt gjørligt at skapa karmar fyri virknari kapping innan elveitingarøkið
• Útvega dagførda vitan innan elveitingarøkið og í tí sambandi at samstarva við útlendskar myndugleikar
• Gera viðkomandi tekniskar, búskaparligar og samfelagsligar greiningaruppgávur innan elorkuøkið
• Taka lut í øðrum viðkomandi arbeiðsuppgávum innan elveitingarøkið


Mál og mið á Elveitingareftirlitinum
Miðað verður áhaldandi eftir at byggja upp optimala vitan og førleika á nevndu økjum og sum myndugleiki at kunna veita aktørunum á elorkuøkinum skikkað mótspæl og viðspæl.

Aktørarnir eru m.a.:
• Veitarar – SEV og aðrir elframleiðarar
• El-brúkarar - vinnuligir og privatir
• Politiski myndugleikin – Umhvørvis- og Vinnumálaráðið
Yvirskipað strategisk mál eru at tryggja aktørum á elveitingarøkinum neyðugu rættartrygdina við sakligari og gjøgnumskygdari umsiting og málsviðgerð. Arbeitt verður miðvíst við at útinna tænastusinnaða málsviðgerð í góðum samskifti við viðkomandi aktørar.

Elframleiðslan í Føroyum
Interkommunali felagsskapurin SEV, sum hevur skyldu at framleiða og veita øllum íbúgvum í Føroyum streym, eigur og rekur føroyska elkervið og stendur í løtuni fyri stórsta partinum av elframleiðsluni. Vindrøkt hevur síðan 2003 havt loyvi til elframleiðslu úr vindorku á Mýrunum í Vestmanna og trý nýggj loyvi eru nýliga veitt til framleiðslu av el úr vindorku – á Eiði, í Flatnahaga og í Hoyvíkshaganum omanfyri Havnina.

SEV hevði fram til 2013 einkarrætt at nýta vatnmegina til elmegi. Loyvið varð upprunaliga veitt í 1963. Einkarrætturin er nú avloystur við ítøkiligum loyvum at gagnnýta vatnorkuna, avmarkað til tann ítøkiliga framleiðslumáttin á teimum ymsu vatnorkuverkunum.
Vatnorka verður framleidd á vatnorkuverkunum í Vestmanna, í Botni, á Eiði og á Strond.


El-prísir og roknskaparviðurskifti hjá SEV
Sambært § 10 stk. 1 í elveitingarlógini skal netvirksemið fíggjarliga hvíla í sær sjálvum, so inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda rakstur og neyðugar íløgur.

Í loyvunum eru treytir settar um m.a., hvussu roknskaparligu viðurskiftini hjá feløgunum skulu skipast. Hetta er gjørt við atliti at neyðugum gjøgnumskygni fyri prísáseting og soleiðis, at Elveitingareftirlitið kann tryggja, at el-prísirnir eru á einum hóskandi støði. Fyri loyvini til elframleiðslu úr vindorku er tó galdandi, at el-prísirnir verða ásettir við støði í almennum útboði, tá ið loyvini verða veitt.

SEV ger árliga serstakan roknskap fyri netvirksemið, og treytir kunnu setast um, at virknisfremjandi tiltøk verða sett í verk fyri støðugt at effektivisera raksturin av elnetinum.

SEV ásetir eindarprísirnar fyri el til hvønn einstakan kundabólk, sama hvar brúkarin býr. Prísirnir verða sendir Elveitingareftirlitinum til góðkenningar saman við ætlan fyri viðkomandi ár, seinast 14 dagar fyri gildiskomu.

Viðgerðin av prísunum tekur støði í innsendum roknkapar- og fíggjarætlanartilfari, sum SEV sendir eftirlitinum.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Elveitingareftirlitið