140x140

Tinglýsing

Hví er tað umráðandi at tinglýsa?

Rættindi yvir fasta ogn skulu tinglýsast fyri at verða galdandi móti avtalum um ognina og rættaratsókn. Hetta er eitt nú, um seljarin selur ognina 2 ferðir. Tað er tí umráðandi at fyrsti keypari fær tinglýst sín rætt til ognina, so hesin rættur ikki verður mistur, um nú 2. keypari fær tinglýst sín rætt fyrst. Skjøl skulu tinglesast fyri at tryggja síni rættindi móti triðja fólki. Hetta kann standast av, at sama ogn verður seld tvær ferðir, ella onnur avtalað verður gjørd við annan persón.
 

Brúksrættur

Brúksrættur er avmarkaður rættur til at ráða yvir, eitt nú fastari ogn. Brúksrættur kann avtalast ella vera galdandi sum liður í almennum reglum. Dømi uppá brúksrætt er leiga av fastari ogn. Munurin millum ein brúksrætt og ein ognarrætt er, at brúksrættur er avmarkaður í tíð og/ella vavi.
 

Servituttur

Ein servituttur gevur rætt til at ráða yvir eini fastari ogn í avmarkaðum vavi.
 

Hvat er ein hjúnarsáttmáli?

Ein hjúnasáttmáli er ein avtala millum hjúnafelagarnar um ognarviðurskiftini, ið skulu vera í hjúnabandinum. Um hjúnasáttmáli ikki verður gjørdur er alt felags ogn. Tað vil siga, at øll ogn verður deild við deyða ella hjúnaskilnað. Hjúnafelagarnir kunnu við hjúnasáttmála avtala, at tað skal vera serogn í hjúnabandinum. Tær ognirnar, ið eru undir serognini verða ikki deildar við deyða ella hjúnaskilnað.
 

Kostnaður fyri váttanir, avrit av skjølum o.a

Fyri váttanir, avskriftir, útskriftir, fotoavrit ella líknandi er kostnaðurin 50 kr.
 

Kæra

Kærumál skulu reisast innan 4 vikur. Kærufreistin er roknað frá tí degi, viðkomandi hevur fingið frásøgn um avgerðina. Viðmerking um kæru verður beinanvegin førd inn í dag- ella tingbókina.
 

Dagbók

Dagbókin er ein listi av skjølum til eina ávísa ogn, ið eru send inn til tinglýsing. Hesi eru tó enn ikki viðgjørd og sett inn í tingbókina.
 

Tingbók

Tingbókin er almenn. Her verða rættindi yvir fasta ogn skrásett, so sum eigaraviðurskifti, byrður, servituttir, veð og annars lóghald og úttøka um sovorðin eru.
 

Søgan, lógin og hagtøl

Tinglýsingin hevur verið fyrisitin av danska Domstolsstyrelsen fram til 2006. Tann 1. februar 2006 kom tinglýsingin undir Innlendismálaráðið, fyri síðani 1. juni 2007 at gerast ein partur av Umhvørvisstovuni. Virksemið hevur sum endamál at føra øll skjøl inn í dagbók og tingbók eftir føstum reglum, serliga samsvarandi løgtingslóg um tinglýsing frá 16. august 1962.
 

Inngjaldið av tinglýsingargjøldum varð í 2008 broytt soleiðis, at inngjaldið fór frá at hava verið tengt at játtanini til tinglýsing til at fara beinleiðis í landskassan. Løgtingslógirnar, Løgtingslóg nr. 76 frá 17. mai 1994 um tinglýsingargjøld v.m. og Løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, vórðu broyttar 2. og 10. juni 2008. Tinglýsingargjaldið hækkaði úr kr. 100 upp í kr. 1000. Samstundis var eisini broytt at lániskjøl skuldu rinda 0,5 % av veðtryggjaðu upphæddini í tinglýsingaravgjaldi. Hetta merkir, at lániskjøl nú eru javnsett við ognarheimildarskjøl (t.d. skeytir) í sambandi við útrokningina av tinglýsingaravgjaldinum.Tinglýsingaravgjaldið hækkaði úr 0,5 % upp í 1,0 % frá 1. januar 2016. Hækkingin hevur tó ikki virknað fyri avtalur, sum eru gjørdar frammanundan 1. januar 2016, og sum eru latnar tinglýsingarstovuni til tinglýsingar innan 1. februar 2016 (Løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 23. desember 2015).

Tøl av skjølum innkomin til Tinglýsingar

 

   
  2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020
Akfarsbók tilsamans       3,048 5,581 3,484 3,237 3,346 3,035
     Lániskjøl       1,886 3,070 1,858 1,690 1,860 1,640
     Avlýst       749 1,265 1,556 1,486 1,414 1,338
     Onnur skjøl       413 1,246 70 61 72 57
Leysafæ tilsamans 1,538 2,157 2,443 167 215 251 291 328 283
 Skrásett leysafæ .. 1,091 1,358 142 181 216 257 272 235
 Avlýst leysafæ .. 1,066 1,085 25 34 35 34 56 48
Fastari ogn tilsamans 7,996 8,127 7,868 9,252 8,210 8,228 8,928 9,063 9,847
Ognarheimildarskjøl 1,883 1,967 2,309 2,944 2,587 2,686 2,825 3,032 3,040
 Lániskjøl 2,165 2,059 1,736 1,981 1,700 1,757 1,923 1,984 2,200
 Onnur skjøl 1,490 1,537 1,375 1,767 1,852 1,634 1,925 1,914 2,132
 Byrðar (Servituttir) 528 378 441 514 498 664 658 645 702
 Strikan 1,930 2,186 2,007 2,046 1,573 1,487 1,597 1,488 1,773
Útskriftir viðv. fastari ogn 843 1,240 1,140 1,392 1,159 1,389 1,341 1,274 1,096
                   

Tinglýsingarinntøkur

 

 
Ár 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020
                 
Tils.     18.682.072 19.955.301 33.138.925 38.557.930 40.359.652 50.629.498 47.415.000 50.896.998

      

 

Skjøl skulu latast inn í seinasta lagi kl. 12.00

Øll skjøl, sum skulu tinglýsast, verða at senda til Umhvørvisstovuna og samstundis skal peningur fylgja við ella kvittan frá peningastovni. Móttøkan á Umhvørvisstovuni tekur ímóti Visa korti.

Kontonnummar sum peningur kann flytast á

P/F Betri Banki            9181 - 1752911
P/F Bank Nordik       6460 - 1725221

 

Veðbrævaformáli A

Veðbrævaformáli C

Veðbrævaformáli D

 

Vilt tú vita meira um tinglýsing, ring tlf 358020, ella send okkum ein teldupost til tinglysing@us.fo
 

Tinglýsing