140x140

Flyting

Innlendis flytingar

Øll, ið flyta, hava skyldu til í seinasta lagi 5 dagar eftir flyting at boða kommununi, sum flutt verður til, frá flytingini. Fráboðanin kann eisini fevna um tey húsfólk, ið flyta við, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.
Flyting innan kommunumark skal somuleiðis fráboðast.

Flyting úr Norðurlandi til Føroya

Persónar, ið flyta úr einum Norðurlandi, hava bara skyldu at boða frá flyting, um teir skulu vera í Føroyum í meira enn 6 mánaðir.
Tann, ið flytur, skal í seinasta lagi 5 dagar eftir tilflytingina, boða kommununi, hann flytur til, frá flytingini. Flytifráboðanin kann eisini fevna um tey av húsfólkunum, ið flyta við, og sum eisini lúka treytirnar fyri skráseting, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.

Flyting úr øðrum landi enn Norðurlandi til Føroya

Flytingin skal fráboðast tí kommunu, sum flutt verður til.
Treytirnar fyri at skráseta persónar, sum flyta til Føroya og ikki eru úr einum Norðurlandi, í Landsfólkayvirlitinum eru, at hesi hava uppihaldsloyvi sambært útlendingalógini ella hava váttan frá útlendingamyndugleikanum um, at teir eru frítiknir fyri at hava uppihaldsloyvi.

Flyting til eitt Norðurland

Øll, ið uppihalda sær í øðrum Norðurlandi, skulu skrásetast at vera flutt úr Føroyum, um so er, at kommunali skrásetingarmyndugleikin í komulandinum boðar frá, at tey skulu skrásetast at vera flutt til tað landið Fráboðan um flyting skal latast kommununi í tilflytingarlandinum.
Kommunan í Føroyum kann ikki skráseta persón, ið boðar frá flyting til annað Norðurland, sum fluttan úr Føroyum, fyrr enn kommunali skrásetingarmyndugleikin í komulandinum hevur boðað frá, at hann er skrásettur við bústaði har. Aðramáta skal persónurin framvegis verða skrásettur í teirri kommununi, har hann frammanundan var skrásettur, møguliga sum fluttur frá bústaðnum.

Flyting til annað land enn Norðurland

Tann, ið flytur, skal boða bústaðarkommununi frá flytingini, áðrenn flutt verður. Varir uppihaldið uttanlands meira enn 6 mánaðir, skal altíð verða boðað frá flyting. Varir uppihaldið uttanlands 6 mánaðir ella styttri, og viðkomandi framvegis hevur fult ræði á bústaðnum, hann hevur havt higartil, hevur hann rætt til at biðja um framvegis at vera skrásettur við bústaði har.

Vilt tú vita meira um fólkayvirlitið, so ring tlf 358050 millum kl. 10 og 12, ella send okkum ein teldupost lfy@us.fo.

Flyting