140x140

Andlát

Avvarðandi skulu boða frá andláti til kirkjubókførandi sóknarprestin í sóknini, har tann deyði búði.
Deyðaváttanin frá lækna ella líkskoðarum skal fylgja við fráboðanini.

Í teimum førum, tá fólk doyggja á Landssjúkrahúsinum, er tað sjúkrahúsið, sum tekur sær av at boða myndugleikunum frá andlátinum.

Vilt tú vita meira um fólkayvirlitið, so ring tlf 358050 millum kl. 10 og 12, ella send okkum ein teldupost lfy@us.fo.

Andlát