Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar vørur. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:
Blóman og Svanurin eru skipanir, sum framleiðarar sjálvbodnir kunnu velja at brúka, tó fyri ávísan kostnað. Tí kunnu vørur vera til keyps, sum liva upp til treytirnar fyri at verða umhvørvismerktar, men tó ikki eru tað.
Fyri brúkarar og innkeyparar er ikki altíð lætt at vita, hvørjar vørur eru umhvørvisvinarligar. Blóman og Svanurin gera tað lættari og tryggari at velja ta grønu loysnina.
Tá tú spyrt eftir og keypir umhvørvismerktar vørur og tænastur, sendur tú samstundis eitt greitt tekin til framleiðararnar um at menna vørur, sum liva upp til høgu umhvørviskrøvini, sum merkini seta. Á hendan hátt kanst tú virka fyri, at enn fleiri umhvørvisvinarligar vørur vera í at velja.
Bæði merkini gera tað sama: seta krøv til vørurnar. Størsti munurin á Blómuni og Svananum er, at tey hava uppruna í ávikavist ES og Norðurlondum, og at tey fevna um ymiskar marknaðir. Endamálini og umhvørviskrøvini handan merkini eru sera lík. Umhvørviskrøvini verða dagførd fjórða ella fimta hvørt ár, og er hetta trygd fyri, at krøvini áhaldandi verða eftirmett.
Svanurin varð settur á stovn av norðurlendska ráðharraráðnum í 1989, og verður nýttur í øllum norðurlondum.
Blóman varð sett á stovn av ES í 1992, og verður nýtt í Evropa. Umleið 4.500 vørur eru merktar við antin Blómuni ella Svananum, og alsamt fleiri leggjast aftrat.
Niðanfyri eru leinkjur til heimasíður, sum vísa hvørjar vørur finnast í ávikavist Danmark og í Norra, sum eru merktar við antin Svananum ella Blómuni.
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|