Her er listin yvir virkir og virksemi, sum sambært umhvørvisverndarlógini skulu umhvørvisgóðkennast.
Listi yvir fyritøkur, virkir og útbúnaðir, ið koma undir kapittul 5 í umhvørvisverndarlógini.
1. Metalstoypivirkir 
2. Fyritøkur og virkir til yvirflatuviðgerð av evnum úr jarni, stáli ella metali. 
3. Stálskipasmiðjur og flótidokkir. 
4. Maskinverksmiðjur og maskinverkstaðir.* 
5. Ílatsverksmiðjur og rørverksmiðjur. 
6. Ravmagnstøknligar fyritøkur.* 
7. Ravløðuverksmiðjur.
1. Glarullsverksmiðjur og steinullsverksmiðjur. 
2. Grótbrot. 
3. Sementstoypivirkir og betongblandivirkir. 
4. Fyritøkur til framleiðslu av postalíni, glaraðari leirvøru ella leirvørum.* 
5. Kolanám.
1. Virkir til tilgerð av asfalti og virkir til framleiðslu av vegtilfari. 
2. Virkir til reinskan ella oyðing av spillolju ella øðrum burturkasti av reinsivirkisúrdráttum. 
3. Goymslurúm við flótandi gassi (kolbrintu).* 
4. Goymslur við steinolju ella flótandi steinoljuúrdráttum.*
1. Goymsla við lívrunnum ella ólívrunnum frumevnafrøðiligum evnum. 
2. Sápuverksmiðjur, vaskievnisverksmiðjur og reingerðarevnisverksmiðjur. 
3. Litverksmiðjur og lakkverksmiðjur. 
4. Ljósmyndaídnaður og ljósmyndastarvsstovur.* 
5. Fyritøkur til at lata burtur úr ella pakka evnafrøðilig evni ella úrdráttir, sbr. D. 1-3. 
6. Fyritøkur til kroysting og tæðrabrynjing av plastvørum og plastálegging. 
7. Verksmiðjur til framleiðslu av skúmplasti og øðrum polymerum tilfari.
1. Træverjuvirkir. 
2. Rotatións-, offset-, silki- og bókprentsmiðjur.* 
3. Pappírsvøruverksmiðjur, pappdósverksmiðjur.* 
4. Sagverk, virkir til framleiðslu av finérplátum ella fipurplátum, møblaverksmiðjur og maskinsnikkaravirkir.* 
5. Gummivøruverksmiðjur.* 
6. Klædnablikingarvirkir og klædnalitingarvirkir. 
7. Vevstovur, spunavirkir, klædnaverksmiðjur og snørisvirkir.* 
8. Reinsarí og vinnuliga rikin vaskarí. 
9. Fyritøkur til viðgerð ella tilgerð av fóðurevnum. 
10. Heilsølubakarí (her uppi í breyðverksmiðjur). 
11. Bryggjarí og sodavatnsverksmiðjur.
1. Sláturvirki og kjøtvirki.* 
2. Kjøtfóðurverksmiðjur (fyribeiningarstøðir) og beinmjølaverksmiðjur. 
3. Garvarí og onnur skinnvirki.* 
4. Virkir til reinsingar av djórafitievnum. 
5. Mjólkavirkir, fyritøkur til framleiðslu av osti ella ostapulvuri umframt konsumísverksmiðjur og turrmjólkarverksmiðjur. 
6. Margarinverksmiðjur. 
7. Fyritøkur til framleiðslu av fiskaúrdráttum.* 
8. Virkir til turking ella knúsing av skeljum. 
9. Fóðurevnisverksmiðjur. 
10. Leðurvøruverksmiðjur.
1. Virkir til goymslu ella varðveitslu av burturkasti, her uppi í tyrvingarstøð, ruskdungar og serligar goymslur til evju ella ilsku, móttøkumiðstøð ella móttøkupláss til oljuburturkast ella evnafrøðiligt burturkast umframt ruskbrennistøðir. 
2. Virkir til viðgerð ella tilvirking av burturkasti, her uppi í spillvatnsreinsiverk, uppskipingarmiðstøðir, knúsivirki, plantuleivdarvirki og bilupphøggingarpláss. 
1. Orkuverk og hitaframleiðandi virkir.* 
2. Vindmyllur.*
1. Motorbreytir og prutlbreytir umframt koyritøknilig virkir, afturlatnir venjingarvøllir undantiknir, ið einans verða nýttir til koyrifrálæru. 
2. Floghavnir og flogvøllir. 
3. Bilhús og pláss til koyriamboð í samband við arbeiðstakara- ella bileigarafyritøkur, her uppi í støð (støðlar) hjá bussum. Bjargingarstøðir.* 
4. Fyritøkur og virkir til veitingar ella umvælingar av motorakførum - prutl undantikin - tá hesar fyritøkur ella virki fremja yvirflatuviðgerð við liti ella lakki.*
1. Flogfenaðargarðar.* 
2. Felddjóragarðar.* 
3. Svínahald. 
4. Fiskaaling.
1. Skotvøllir.
Stjørnumerkt (*) Sí grein 26, 3. stk.