Loyvi til nýggja elframleiðslu kann ikki veitast, áðrenn ein meting er gjørd um, hvørji árin verkætlanin kann hava á umhvørvið - ein sokallað umhvørvisárinsmeting. Hetta sambært elveitingarlógini, § 16.
Innan loyvi verður veitt til elframleiðslu, skal ein góðkend umhvørvisárinsmeting fyriliggja.
Umhvørvisstovan góðkennir umhvørvisárinsmetingina og gevur loyvi til elframleiðslu.
Niðanfyri er yvirlit yvir umhvørvisárinsmetingar, sum eru gjørdar í samband við elframleiðslu. Tær nýggjastu eru niðast í listanum.
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo