Frá at burturkast stórt sæð antin varð tveitt á sjógv ella brent á opnum báli, er burturkastøkið í dag nógv betur skipað.
Allar kommunur hava innsavningarskipan til húsarhaldsburturkast, pappír og papp og serliga dálkandi burturkast, umframt at bingjupláss eru í øllum kommunum, har borgarar kunnu sleppa av við burturkast.
Øll skulu brúka innsavningarskipanirnar hjá kommuni ella teir avhendingarmøguleikar, ið kommunan vísir á.
IRF og Tórshavnar kommuna hava umhvørvisgóðkenning til at taka ímóti burturkasti.
Í kommunum, ið eru limir í IRF, skulu borgarar lata burturkast inn á kommunala bingjuplássi, meðan borgarar í Tórshavnar kommunu skulu lata burturkast inn á Endurnýtsluna á Hjalla.
Umframt IRF og Tórshavnar kommunu, eru fýra privatar fyritøkur eisini góðkendir móttakarar av burturkasti, sí talvu niðanfyri. Góðkenningin er tó avmarkað til tey í talvuni tilskilaðu sløgini av burturkasti.
Virki | Slag av burturkasti | Móttøkustaður |
En-Tek | Skrot og káplar |
Vesturrás 6, Fuglafjørður. |
Sp/F Vígdis | Jarn og metal | Skoragøta 1, Rituvík. |
Sp/F 12-08-09 |
Jarn og metal Skip til upphøggingar |
Skálafjarðavegur, Skálafjørður. Monteringskaiin, Skála. |
Fa. Endurvinn |
Jarn og metal |
Brýnið, Fuglafjørður. |
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo