At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða, ampar og dálking. Tí er neyðugt, at rætt verður borið at.
Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar, og ikki at brenna burturkast, ið kann dálka ella vera til skaða ella ampa.
Tá bálið er slóknað, er umráðandi at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.
Áðrenn bálið verður kynt, er umráðandi at fáa loyvi frá kommununi til at brenna bál. Tó einans um talan er um størri bál, so sum jóansøkubál og nýggjársbál.
Um brenning av báli ella eldstaði.
Nýggjársbál á Glasheyggi í Havn í 2007. Mynd: Martin Sirkovsky.
Vilt tú vita meira um at brenna bál, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo