Innihaldið av kyksilvuri í tannhvali, sum grindahvali, er í miðal sera høgt samanborið við onnur djór, sum verða nýtt til matna her hjá okkum. Tað kann vera stórur munur á teimum ymisku grindunum, men miðalinnihaldið í tvøsti sær tó út til rímiliga støðugt at liggja millum 1,0 - 2,5 mg/kg vátvekt í kannaðu grindunum tey seinastu árini (Mynd 1).
Mynd 1 Miðal kyksilvurinnihald í grindatvøsti í kannaðu grindunum frá 1977-2013.
Ljósabláu merkini eru í 1977 og ‘78 tøl frá Julshamn et al., 1987 og í 1986 og ‘87 tøl frá Caurant et al., 1993.
Tølini frá 1979 og frameftir eru normaliserað á tann hátt, at miðalkyksilvurinnihaldið er roknað út fyri bólkarnar: vaksin kallhvalur, vaksin kvennhvalur, og ungur hvalur, hvør sær, og hesi miðaltøl eru síðani ganga við, hvussu stórur brotpartur, hvør av hesum bólkum er í eini miðal grind sambært grindakanningunum í 1986-1988.
Ikki útfyltu merkini (frá 2007-2013) eru tó bert av ungum hvali og tískil helst nakað lægri enn normaliseraða miðaltalið hevði verið.
Grind er ikki ein vanlig handilsvøra, og tískil er ikki sett nakað markvirði fyri, hvussu høgt innihaldið av dálkingarevnum kann vera í tvøstinum, sum tað til dømis er fyri fisk. Um vit samanbera við fisk og hyggja at markvirðinum í ES, sum nú eisini er galdandi í Føroyum (kunngerð nr. 147 frá 1. des 2009), fyri stóran ránsfisk, er markið 1,0 mg/kg. Miðalinnihaldið í øllum teimum kannaðu grindunum er nakað væl hægri enn tað.
Aldurin á hvalinum hevur týdning fyri kyksilvurinnihaldið
Kyksilvurinnihaldið í hvalinum veksur við aldrinum, og sostatt er eisini eitt ávíst samband millum kyksilvur og longdina á hvalinum, og stórur munur kann verða á kyksilvurinnihaldinum, alt eftir, hvussu stórur hvalurin er (Mynd 2). Tað er tí týdningarmikið at kenna aldurin ella støddina á hvalunum, tá samanberingar av dálkingarstøðuni fyri ymiskar grindir skulu gerast.
Mynd 2 Kyksilvurinnihald í tvøsti á grindhvali samanhildið við longdina á hvalunum, sum hava verið kannaðir sum staksýni í Føroyum frá 1997 til 2007.
Kallhvalir minni enn 494cm eru bólkaðir sum ungir kallhvalir, og kvennhvalir minni enn 375cm eru bólkaðir sum ungir kvennhvalir.
Sambært grindakanningum í 1986-88 er samband ímillum longd og aldur á hvali upp til eitt ávíst mark, so av tí, at tað ikki er so lætt at kanna aldurin á hvali, meðan longdin lættliga kann mátast, kunnu hvalirnir verða bólkaðir í vaksnar og ungar hvalir eftir longd. Sostatt verða kallhvalir minni enn 494 cm og kvennhvalir minni enn 375 cm bólkaðir sum ungir hvalir.
Mynd 3 vísir gongdina í kyksilvurinnihaldinum í grindatvøsti, um býtt verður sundur í vaksnan kallhval og vaksnan kvennhval og ungan hval.
Mynd 3 Kyksilvur innihaldið í grindahvali frá 1979-2013 býtt sundur í kyn- og aldursbólkar.
Livur
Kyksilvur hópast mest upp í livrini, og innihaldið í livrini kann vera frá uml. 10 ferðir til 100 ferðir hægri enn í tvøstinum. Kanningar av kyksilvuri í grindalivur hava verið gjørdar í Føroyum síðani 70-árini (Mynd 4).
Mynd 4 Miðal innihaldið av kyksilvuri í grindalivur.
Ljósabláu merkini eru í 1977 og ‘78 tøl frá Julshamn et al., 1987 og í 1986 og ‘87 tøl frá Caurant et al., 1993.
Orsakað av høga innihaldinum av kyksilvuri hava myndugleikarnir síðani 1977 rátt frá, at grindalivur verður etin.
Lægsta markið fyri, nær árin eru sædd á livrina hjá havsúgdjórum orsakað av kyksilvuri, er á 60 mg/kg (sí td. www.amap.no; Heavy metals in the Arctic 2002). Tveir triðingar av teimum hvalunum, sum vórðu kannaðir fyri kyksilvur í livrini frá 2001-2007, høvdu eitt kyksilvurinnihald, sum var yvir 60 mg/kg.
Innihaldið av kadmium í tvøsti hevur tey seinastu árini ligið millum á leið 0,1 og 0,3 mg/kg (Mynd 5). Einki veruligt markvirði er fyri, hvussu nógv kadmium kann vera í grind, men um vit samanbera við markvirðir í ES, sum nú eisini er galdandi í Føroyum (kunngerð nr. 147 frá 1. des 2009), fyri kadmium í øðrum súgdjórum sæst, at t.d. fyri rossakjøt er markvirðið 0,2 mg/kg, og er tað á leið sama virði, sum miðalinnihaldið í grind var í 2006, meðan markvirðið t.d. í svørðfiski er 0,3 mg/kg, sum sostatt er hægri enn flestu miðalvirði í grind tey seinastu árini.
Mynd 5 Innihald av kadmium í grindatvøsti.
Ljósabláu merkini eru í 1977 og ‘78 tøl frá Julshamn et al., 1987 og í 1986 og ‘87 tøl frá Caurant et al., 1993.
Ikki útfyltu merkini (frá 2007 til 2010) eru tó bert av ungum hvali og tískil nakað lægri enn normaliseraða miðaltalið hevði verið.
Nýra
Kadmium hópast mest upp í nýrunum, og innihaldið er uml. 100 - 1000 ferðir hægri enn í tvøstinum. Á Mynd 6 sær tað út til at innihaldið av kadmium í nýra er vaksandi síðani miðskeiðis í 70-árunum, tí er tað týdningarmikið at gera sær greitt, at úrslitini frá 2001 eru av vaksnum hvali, meðan tey eldru úrslitini eru bæði av ungum og vaksnum hvali.
Mynd 6 Innihaldið av kadmium í grindanýra.
Ljósabláu merkini eru í 1977 og ‘78 tøl frá Julshamn et al., 1987 og í 1986 og ‘87 tøl frá Caurant et al., 1993 og 1994.
Markið fyri, nær árin eru funnin í nýra hjá havsúgdjórum orsakað av kadmiuminnihaldinum, er ein konsentratión á 400 mg/kg (sí td. www.amap.no; Heavy metals in the Arctic 2002), og sostatt er innihaldið í grindahvali undir Føroyum væl lægri enn árinsmarkið. Innihaldið er tó so høgt, at myndugleikarnir síðani 1977 hava rátt frá, at grindanýru verða nýtt til matna.
Lívrunnin eiturevni so sum PCB, DDT og líknandi eru feittloysilig og hópast upp í fiti. Hesi evni verða tískil mátað í spiki hjá grindahvali. Sum sæst á Mynd 7 og Mynd 8 er stórur munur á innihaldinum av hesum evnum í spiki hjá kallhvali og kvennhvali. Hetta kemst av, at kvennhvalirnir kunnu úrskilja fitiloysilig eiturevni við mjólkini til hvølparnar. Tí er miðalinnihaldið av PCB ofta hægri í ungum hvali enn í vaksnum kvennhvali.
Mynd 7 Miðal innihaldið av PCB, víst sum PCB 7, í spiki hjá grindahvali í kannaðu grindunum frá 1994 til 2013 .
PCB 7 er summurin av PCB kongenunum: CB 28, 52,101,118,138,153 og 180.
PCB-innihaldið broytist nakað tey ymisku árini, serliga í vaksnum kallhvali og ungum hvali Mynd 7. PCB innihaldið tykist tó samanumtikið at lækka um bert verður hugt at teimum seinastu árunum.
Innihaldið av DDT í grindahvali sær út til vera meiri støðugt í kvennhvali, men tó minkandi í bæði vaksnum kvennhvali og kallhvali, meðan innihaldið í ungum hvali er heldur óstøðugt (Mynd 8).
Mynd 8 pp-DDE í spiki í vaksnum kall-, og kvenngrindahvali umframt ungum hvali frá 1986 til 2013.
DDT er víst sum innihaldið av p,p’-DDE, sum er ein metabolittur av DDT, og er tann metabolitturin, sum verður funnin í størst nøgdum í grindahvalaspiki.
AMAP, 2005. AMAP Assessment 2002: Heavy Metals in the Arctic. Arctic Monitoring and Assessment Programme (AMAP), Oslo, Norway. xvi+265 pp.
Bloch, D., Lockyear, C. and , Zachariassen, M. 1993b. – Age and growth parameters of the long-finned pilot whale off the Faroe Islands. Rep. Int. Whaling Comm., Special issue 14, 163-208.
Bloch, D.,Desportes, G., Mouritsen, R., Skaaning, S and Stefansson, E. 1993a. – An introduction to studies of the ecology and status of the long-finned pilot whales (Globicephala melas) off the Faroe Islands, 1986-88. Rep. Int. Whaling Comm., Special issue 14, 1-32.
Caurant, F., Amiard-Triquet ,C.& Amiard, J.-C. 1993. Factors influencing the accumulation of metals in pilot whales (Globicephala melas) off the Faroe Islands. Rep. Int.Whal. Commn (Special issue no. 14) p. 369.
Caurant, F., Amiard, J.C., Amiard-Triquet, C.& Sauriau, P.G. 1994. Ecological and biologocal factors controlling the concentrations of trace elements (As, Cd, Cu, Hg, Se, Zn) in delphinids Globicephala melas from the North Atlantic Ocean, Marine ecology progress series, Vol. 103. p. 207.
Desportes, G., Sabourea, M. and Lacroix, A. 1993. Reproductive maturity and seasonality of male long-finned pilot whales, off the Faroe Islands. Rep. Int. Whal. Commn. (Special Issue 14), 233-262.
ES Reglugerð 1881/2006, sum nú er lýst í Føroyum við Kunngerð 147, frá 1.des. 2009.
Julshamn, K., Andersen, A., Ringdal, O. & Mørkøre,J. 1987. Trace element intake in the Faroe Islands. I. Element levels in edible parts of pilot whales Globicephala melaena, The Science of the Total Environment, 65. p. 53.
Martin, A.R. and Rothery, P. 1993. Reproductive Parameters of Female Long-Finned Pilot Whales (Globicephala melas) Around the Faroe Islands. Rep. Int. Whal. Commn. (Special Issue 14), 263-304.
Vilt tú vita meira um kanningar av dálkingarevnum í grind, so set teg í samband við Mariu Dam, tlf 234370, MariaD@us.fo, ella Katrin Hoydal, tlf 234371, KatrinH@us.fo.