140x140

Fuglur

Hvussu nógv kyksilvur er í sjófuglinum í Føroyum?  

 

Sjófuglur fær sína føði úr sjónum og kann tí verða kannaður sum ein liður í at meta um dálking í sjónum. Innihaldið av summum dálkingarevnum hevur lyndi til at vaksa við aldrinum, og tí hóskar tað seg væl at kanna egg fyri hesi evnir, tí tá er eingin ávirkan av aldri. Eisini kunnu egg oftast takast uttan stóra ávirkan á stovnin, tí nýggj egg kunnu verða vorpin, um tað fyrsta verður tikið.

Teistaegg hava verið savnað í Koltri og í Skúvoy síðani 1999 til kanningar fyri umhvørviseitur. Kyksilvurinnihaldið í teistaeggum er eitt sindur ymiskt hesi árini (Mynd 1), og tykist hava verið vaksandi síðan 2000, serliga í eggum úr Skúvoy. Miðalinnihaldið er meira støðugt í eggum úr Koltri, men sær tó eisini út til at vera vaksið tey seinastu árini.


Mynd 1 Miðalinnihald og standard frávik av kyksilvuri í teistaeggum frá 1999 – 2014. 7-10 egg eru kannað úr hvørjum stað hvørt ár.


Frábrigdi í kyksilvurinnihaldinum, bæði millum tey einstøku eggini og millum ár, kunnu koma av, at fuglurin fær ymiska føði, til dømis inniheldur fiskur ofta størri nøgdir av dálkingarevnum enn krabbadjór og skeljar. Eisini hevur tað ávirkan, um tað er fyrstu ferð fuglurin verpur, ella hann hevur vorpið fyrr.

PCB og onnur lívrunnin eiturevni í sjófugli

Hvussu nógv lívrunnin eiturevni eru í sjófugli í Føroyum?

 

Verður innihaldið av PCB í eggum frá ymiskum fuglasløgum samanborið sæst, at innihaldið í svartbakaeggum er nógv hægri enn í hinum kannaðu sløgunum (Mynd 2). Innihaldið í teista, likku og havhesti liggur á leið á sama støði, meðan innihaldið í lomviga er heldur lægri.
 


Mynd 2 Innihald av PCB víst sum innihaldið av CB153 í eggum frá sjófugli í Føroyum. Fuglurin er kannaður ymisk ár, og ymiskt er, hvussu stórt tal (n) av eggum eru kannað fyri hvørt slag:

Teisti, Koltur/Skúvoy, 2000 (n=19); Likka, Kaldbak, 1999 (n=10); Lomvigi, Skúvoy, 2000 (n=10); Havhestur, Skúvoy, 2000 (n=10); Svartbakur, Kirkjubøreyn, 2002 (n=20).

CB 153 er tað PCB kongenið, sum verður funnið í størst konsentratión í teistaeggum og er 40 - 50% av PCB7.
 

Eggini vórðu tikin í 1999 og 2000, undantikið svartbakaeggini, sum vórðu tikin í 2002. Tó kann hetta ikki forklára, at PCB innihaldið í svartbaki er so høgt, tí likkuegg vórðu eisini kannað sama ár og í somu kanning sum svartbakaeggini, og tey úrslitini lógu á sama støði, sum likkueggini frá 2000.

Innihaldið av øðrum lívrunnum dálkingarevnum sæst á Mynd 3. Innihaldið av DDT, víst sum innihaldið av niðurbrótingarevninum p,p’-DDE, er hægst í likku og lægst í teista, tó er innihaldið av DDT ikki kannað í svartbakaeggum. Fyri Hexachlorobensen (HCB) er innihaldið harafturímóti hægst í havhesti. Innihaldið av Toxafen (Mynd 5) er, eins og PCB, hægst í svartbaki og lægst í lomviga.



Mynd 3 Innihald av DDT, her víst sum innihaldið av p,p’-DDE, innihald av HCB, og innihald av toxafen, her víst sum toxafen parlar 50, í eggum frá sjófugli í Føroyum. Fuglurin er kannaður ymisk ár, og ymiskt er, hvussu stórt tal (n) av eggum eru kannað fyri hvørt slag:

Teisti, Koltur/Skúvoy, 2000 (n=19); Likka, Kaldbak, 1999 (n=10); Lomvigi, Skúvoy, 2000 (n=10); Havhestur, Skúvoy, 2000 (n=10).

 

Broytist innihaldið av lívrunnum dálkingarevnum við tíðini?

Innihaldið av PCB og øðrum kloreraðum lívrunnum dálkingarevnum hevur verið kannað í teistaeggum úr Koltri og Skúvoy síðani 1999. Mynd 4 vísir innihald av lívrunnum dálkingarevnum í teistaeggum.


Mynd 4 Miðalinnihald av PCB, her víst sum CB 153, av DDT, her víst sum p,p’-DDE, av HCB og av toxafen, her víst sum parlar 50 í teistaeggum frá Koltri og Skúvoy.

CB 153 er tað PCB kongenið, sum verður funnið í størst konsentratión í teistaeggum og er 40 - 50% av PCB7.
p,p’-DDE er tann DDT metabolitturin, sum verður funnin í størst konsentratión og er 95 - 98% av samlaðum DDT í teistaeggum.
Parlar 50 er umleið 22% av samlaða toxafen innihaldinum í kanadiskum inuittum.


Gongdin í innihaldinum av PCB í teistaeggum sær út til at vera fallandi hóast stór frábrigdi eru millum árini. Tað er tó ov tíðliga at siga, um PCB í teista er minkandi, ella um broytingarnar millum ár kunnu forklárast sum nátúrlig variatión, møguliga orsakað av ymiskari føði.

Innihaldið av DDT, HCB og Toxafen í teistaeggum bendir eisini á minking hesi árini, ella at innihaldið er støðugt.

 

Vilt tú vita meira um kanningar av dálking í fugli, so set teg í samband við Mariu Dam, tlf 234370, MariaD@us.fo ella Katrin Hoydal, tlf 234371, KatrinH@us.fo

Fuglur