140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi frá akførum

Útlát av vakstrarhúsgassi frá akførum fevnir um útlát, sum stavar frá brenning av bensini og dieseli, ið er keypt í Føroyum. Uppgerðin fevnir um øll sløg av akførum: bilar, lastbilar, motorsúkklur, prutl, o.s.v.

Sum myndirnar niðanfyri vísa, so minkaði sølan av brennievni so líðandi árini 2008-2013. Men síðani er úrlátið frá akførum aftur økt.

Útlát av vakstrarhúsgassi frá akførum

Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: juli 2021. 


Gongdin í útlátinum av vakstrarhúsgassi frá akførum er beinleiðis tengt at søluni av brennievni. Vøksturin í søluni av brennievni, sum hevur verið síðani 2013, sær nú út til at vera steðgaður. Sølan av brennievni var tann sama í 2020 sum í 2019. Sølan av diesel var ikki stórt meira í 2020 enn í 2019. Sølan av bensin fall 2 % í 2019 í mun til 2020. 


Søla av brennievni

 Kelda: Hagstova Føroya. Seinast dagført: juli 2021. 

 

Les meira: Um vakstrarhúsgass


Ynskir tú fleiri upplýsingar um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Akfør