140x140

Útlát av vakstrarhúsgassi, býtt millum brúkarar

Í 2020 stavaðu á leið 87 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi frá brenning av olju og burturkasti. Jú meira verður brent, jú størri er útlátið.

Útlátið, sum stavar frá brenning, verður skipað í nýggju bólkar: húsarhald, handlar/stovnar, el- og hitaframleiðsla, ídnaður, leitiboring, akfør, flogferðsla, fiskiskip og onnur skip.

Útlátið frá hesum brúkarabólkum í tíðarskeiðinum frá 1990 og fram til seinastu uppgerð, sæst niðanfyri. 

MYND: Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi hjá brúkarabólkum, tíðarskeiðið 1990-2020.

 

Útlát av vakstrarhúsgassi, skipað eftir brúkarabólkum, 2020

Sirkulmyndin vísir, hvussu útlátið av vakstrarhúsgassi í 2020 býtti seg millum brúkarabólkarnar.

        

MYND: Býtið av útláti av vakstrarhúsgassi frá nýtslu av brennievni (víst í bláa partinum av sirklinum), landbúnaði (grønt) og F-gassi (reytt). Eind: prosent av útlátinum í CO2 eindum.

Les meira um útlát frá teimum einstøku brúkarabólkunum, við á trýsta á leinkjur ovast til høgru.
 

Les meira: Um vakstrarhúsgass

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Fleiri útlátstøl

Brenning av olju o.a.


Landbúnaður


Ídnaðarligar tilgongdir

 

Allir bólkar