140x140

Aling

Alivinnan hevur í nógv ár verið høgt raðfest tá talan er um umhvørvisvernd.

Allar alistøðir hava umhvørvisgóðkenning, sum m.a. innihalda treytir um umhvørviseftiransing (serliga at gera botnkanningar), innaneftirlit, skráseting av rakstrarupplýsingum og handfaring av burturkasti.

Alivinnan hevur ment seg munandi seinastu árini og er í dag ein vinna, sum í størri mun tekur atlit at umhvørvinum, m.a. við at øll aliøkir liggja brakk millum útseting av fiski. Einans ein árgangur av fiski gongur á hvørjum aliøki og ger hetta, at smittutrýstið ikki er so høgt. Lági sjúkutíttleikin viðførir, at munandi minni verður brúkt av heilivági og kemur tað sjálvandi eisini umhvørvinum tilgóðar. Hinvegin er nýtslan av evnum at basa laksalús øktur nógv seinnu árini. Tó eru nøkur alifeløg, sum eru farin at brúka reinsifisk ímóti laksalús, les meira her.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Aling