140x140

Botnkanningar - aling

Aling fer fram á flestu firðum í Føroyum, og tí er neyðugt at fylgja við dálkingarstøðuni á aliøkjunum, serliga á botninum undir aliringunum og í økinum rundanum.

Botnkanningar er liður í innaneftirlitinum hjá alifeløgum. Tað er tí alifelagið sjálvt, sum syrgir fyri at botnkanning verður gjørd.

Kanningarskrá

Áðrenn fyrsta botnkanningin verður gjørd á einum aliøki, skal ein kanningarskrá gerast, sum lýsir kanningarstøðirnar, m.a. hvussu nógvar og staðseting. Fyri at kunna samanbera, skulu kanningar eisini gerast av ódálkaðum botni á sama firði, á sokallaðu samanberingarstøðunum.

Kanningarskráirnar skulu góðkennast av Umhvørvisstovuni áðrenn farið verður undir kanningarnar. Um alifelagið ynskir at broyta kanningarskránna, skal nýggja kanningarskráin eisini góðkennast.

Botnkanningar á aliøkunum skulu vanliga gerast í aug/sept á hvørjum ári. Botnsýnini skulu kannast sensoriskt, sum t.d. fevnir um at staðfesta lit og lukt og um bløðrur eru í botninum/evjuni. Sýnini skulu somuleiðis kannast fyri pH, redoxpotentiali, zink, kopar og gløðitap. Triðja hvørt ár skulu djóralívskanningar gerast á øllum aliøkjum.

Tá aliøki er dálkað

Vísir úrslit frá botnkanning, at dálkingin á aliøki er yvir ásett markvirði, skal alifelagið umleggja raksturin á aliøkinum, t.d. við at leggja aliøkið, ella partar av aliøkinum brakk. Um alifelagið ikki sjálvt setur tiltøk í verk fyri at minka um dálkingartrýstið, setir Umhvørvisstovan bann fyri, at fiskur verður settur út aftur á aliøkið, inntil nýggjar kanningar vísa, at botnurin er komin fyri seg aftur.

Vegleiðing

Botnkanningar á aliøkjum skulu gerast í samsvari við vegleiðingina Umhvørviseftiransing av aliøkjum.

Skjal til innføring av data frá botnkanningum finst her

Mannagongd til innføringarskjal finst her

Vilt tú vita meira

Vilt tú vita meira um botnkanningar av aliøkjum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342442, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Les meira

Um aling 

Aðrar botnkanningar

Aling