140x140

Umhvørvisgóðkend virki

Dálkandi virksemi kann vera ein hóttan ímóti náttúruni og til ampa ella vanda fyri fólk og fæ. Roykur, spillivatn, luktur og larmur eru dømi um útlát frá virkjum, sum kann elva til dálking ella ampar. Nátturan er ofta viðkvom, og tí er neyðugt at fyribyrgja og avmarka dálking. Hetta er staðfest í umhvørvisverndarlógini, sum krevur, at øll serliga dálkandi virki skulu umhvørvisgóðkennast.

Serliga dálkandi virki verða góðkend av Umhvørvisstovuni.

Umhvørvisgóðkend virki

Síðani umhvørvisverndarlógin kom í gildið í 1989 eru umleið 110 virki í Føroyum umhvørvisgóðkend. Sí yvirlit yvir øll umhvørvisgóðkend virki her.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Umhvørvisgóðkend virki