140x140

Umhvørvisárinsmeting av ætlaðari smoltstøð í Ónavík við Lopransfjørð

Hervið verður umhvørvisárinsmeting fyri at gera útfylling út á sjógv og at byggja og reka smoltstøð hjá Bakkafrost í Ónavík við Lopransfjørð løgd til almenna hoyring.

Myndugleikar, feløg, felagsskapir og almenningurin kunnu gera viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina. 

Møguligar viðmerkingar skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. november 2022, og skulu sendast Umhvørvisstovuni á us@us.fo ella til Traðagøtu 38, FO-165 Argir.

Umhvørvisárinsmetingin saman við fylgiskjølunum kunnu takast niður her:

Umhvørvisárinsmeting - Smoltstøð í Ónavík

Fylgiskjal 1. Góðkend byggisamtykt Vágs kommuna
Fylgiskjal 2. Góðkend byggisamtykt Sumbiar kommuna
Fylgiskjal 3. Loyvi frá Yvirfriðingarnevndini
Fylgiskjal 4. Byggiloyvi, Vágs kommuna
Fylgiskjal 5. Byggiloyvi, Sumbiar kommuna
Fylgiskjal 6. Yvirlitsmynd
Fylgiskjal 7. Støðumynd
Fylgiskjal 8. Skitsa av planering
Fylgiskjal 9. Flatmynd av veghædd
Fylgiskjal 10. Flatmynd av 1. hædd
Fylgiskjal 11. Skurðar A-A og B-B
Fylgiskjal 12. Yvirlit yvir karhallir
Fylgiskjal 13. Frárennngar, yvirlit
Fylgiskjal 14. Óljóð simuleringar
Fylgiskjal 15. Búlendiskanning við Ónavík, Biofar

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur

Kunngerðir