140x140

Útbygging av MEST á Skála - umhvørvisárinsmeting

Hervið verður umhvørvisárinsmeting fyri útbygging av virkseminum hjá MEST á Skála, har m.a. nýggj turrdokk verður gjørd norðan fyri verandi dokk.
 
Í Umhvørvisárinsmetingini eru metingar av tí ávirkan, sum verandi og nýggja virksemið hjá MEST á Skála fara at hava á umhvørvið nærhendis virkinum. 
 
Myndugleikar, feløg, felagsskapir og almenningurin kunnu gera viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina. 
 
Møguligar viðmerkingar skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. august 2023, og skulu sendast Umhvørvisstovuni á us@us.fo ella til Traðagøtu 38, FO-160 Argir.
 
Umhvørvisárinsmetingin kann takast niður her
 
Fylgiskjølini kunnu takast niður her

Kunngerðir