Frá 1. juli ber til at søkja um stuðul til at burturbeina oljufýr. Treytin fyri at fáa stuðul er, at lagt verður um til elrikna hitapumpuskipan ella at bundið verður í fjarhitaskipan. Stuðulsupphæddin verður 6.000 kr. fyri hvørja burturbeinda oljufýring.
“Uppgávan at fremja grøna orkuskiftið og seta bindandi veðurlagsmál er ein tann týdningarmiklasta hjá samgonguni. Og nú taka vit enn eitt stig av mongum, við at stuðla niðurtøku av oljufýr. Eg vóni við hesum, at enn fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir”, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.
Umframt at vera enn ein fíggjarlig hjálp til grønu umleggingina, skal stuðulin fyribyrgja, at gamlar oljufýring vera seldar víðari og harvið seinka umleggingina til grønar orkuloysnir í síni heild.
Reglugerðin fyri stuðulsskipanina er at finna her.
Oyðublaðið er tøkt her.
Stuðul til niðurtøku av oljufýrum
03-07-2023
Umhvørvisárinsmeting fyri útbygging…
03-07-2023
Staðsetingardepilin: skeið í m.a. f…
20-06-2023
Kristina Olsen útlærd
14-06-2023
Fríggjadagin 9. Juni 2023 er stongt
06-06-2023
Umhvørvisárinsmeting fyri sólorkuve…
23-05-2023
Bjarni Kárason Petersen, landstýris…
27-04-2023
Stuðul til viðarvøkstur
17-04-2023
Avmarkingar í siglingarferð kring R…
15-04-2023
Stuðul til náttúru-, umhvørvis- og …
14-04-2023