140x140

Bílegging av rottueitri

Kommunur kunnu bíleggja rottueitur gjøgnum Umhvørvisstovuna. Eina ella tvær ferð um ári sendir Umhvørvisstovan sendir øllum kommunum ein bíleggingarseðil, sum tær innan ávísa freist skulu lata Umhvørvisstovuni aftur.
 
Næstu ferð til ber at bíleggja er: August/September 2022. Umhvørvisstovan sendir tá øllum kommunum ein bíleggingarseðil.
Vøran verður væntandi í Føroyum í oktober/november 2022.
Kommunurnar skulu heinta vøruna á goymsluni hjá Faroe Ship á havnarlagnum í Havn, skjótast til ber, eftir at hon er komin til landið. Vøra til kommunu í Suðri verður send suður á pakkhúsi á Tvøroyri og vørur til Norðoyggjar til pakkhúsið hjá Faroe Ship í Klaksvík. Um vøra ikki verður heintað til tíðina, skal lagurleiga gjaldast.
 
Tá vit hava fingið rokning fyri vøru, toll og frakt, skrivar Umhvørvisstovan rokningar til kommunurnar. Útreiðslurnar til frakt verða býttar millum kommunurnar, í mun til virði á vøruni, sum einstøku kommunurnar hava bílagt. Eitt avgreiðslugjald á kr. 50 verður lagt á rokningina.
 
Umráðandi er, at kommunurnar í allarstørstan mun halda seg til tey vanligu rottueitrini, sum innihalda cholecalciferol, coumatetralyl ella chlorophacinon. T.d. hesi rottueitur:
  • Exittus
  • Racumin pasta
  • Racumin foam
  • Rozol korn'tech
  • Rozol, pasta
  • Rozol, blok

Umframt rottueitur, ber eisini til at bíleggja serligar vørur, sum verða brúktar til yvirvøku o.a. T.d. Detex Blox og Provoke lokkingarmat. 

Mortalin, DK, hevur verið veitari av rottueitri í nøkur ár. Av tí, at talan er um eina felagsbílegging, kosta vørurnar eisini nakað minni.

Um ein kommuna er noydd at bíleggja rottueitur uttanum árligu felagsbíleggingina, so skal bíleggingarseðilin eisini sendast til Umhvørvisstovuna. Prísurin er tá nakað hægri ("listepris").

 
 
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Rottueitur