140x140

Sjókortrættingar

Á hesi síðu síggjast nýggjastu føroysku sjókortrættingarnar og áður útgivnar sjókortrættignar.

Sjókortrættingar í verandi ári: Sjókortrættingar 2023

Undanfarnar sjókortrættingar: 
Sjókortrættingar 2022
Sjókortrættingar 2021.

Sjókortrættingar fyri hvørt einstakt sjókort, síðan tað seinast varð prentað:

80 Sjóøkið við Føroyar
81 Føroyar
82 Føroyar, norðari partur
83 Føroyar, sunnari partur
84 Havnir akkerspláss, útnyrðingsøkið
85 Havnir akkerspláss, landnyrðingsøkið
86 Havnir akkerspláss, suðurøkið
F    Føroyar við havøkjum

 

SIGLINGARFRÁBOÐANIR - EfS

Galdandi siglingarfráboðanir og ávaringar í Føroyum síggjast hjá Søfartsstyrelsen og hjá Vørn.

 

UM SJÓKORTRÆTTINGAR

Tað er sera týdningarmikið fyri trygd á sjónum, at einans nýggj og dagførd  sjókort og siglingarrit verða nýtt.

Sjókort, sum verða keypt, eru bert dagførd til rætting sum sæst niðast í vinstra horni. Brúkarin má dagføra sjókortið við rættingum útgivnar eftir at sjókortið er prenta.

Til ber at skráseta seg til móttøku av teldubrævi frá Søfartsstyrelsen fyri at fáa galdandi siglingarfráboðanir, ávaringar og seinastu sjókortrættingar í Føroyum.

Samband

Mikkjal Olsen
sjókortfulltrúi
Tlf.: +298 342452
Teldupostur: mikkjalo@us.fo

Sjókortrættingar