140x140

Botnkanningar

Botnkanningar eru kanningar, sum verða gjørdar av havbotninum, fyri at fáa nærri kunnleika um botnin. Endamálið við botnkanningum er ofta at kanna um botnurin er dálkaður ella at fylgja við dálkingarstøðuni á botni, ofta yvir stytri ella longri áramál.

Botnkanningar skulu gerast eftir einum leisti, sum er ásettur av Umhvørvisstovuni. Kanningarskrá fyri botnkanningarnar skal góðkennast av Umhvørvisstovuni áðrenn kanningarnar verða gjørdar.
 

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Botnkanningar