140x140

Ofta spurt um viðarvøkstur og frílendi

Kunnu tit fella trø o.tíl. fyri fólk?
Hvussu skal eg flyta og uppbinda trø?
Hvussu og nær planti eg trø og runnar?
Hóskandi viðarvøkstur til føroysk vakstrarlíkindi.
Hvussu røki eg grasvøllin?
Krevst loyvi at flyta viðarvøkstur o.tíl. til og úr Føroyum?
Hvussu og nær tilskeri eg trø og runnar?
Vetrarfriðing
Nýtsla av plantu- og skordýraeitri
Hvussu tætt skulu planturnar standa?

Kunnu tit fella trø o.tíl. fyri fólk?

Vanliga taka vit okkum ikki av tílíkum uppgávum, men vísa til m.a. anlegsgartnaravirkini og evt. býargartnaran. Er talan um eina serstaka støðu,  ber til at tosa við okkum um málið.

 
Hvussu skal eg flyta og uppbinda trø?

Tað er torført at flyta stór trø, og ofta miseydnast. Týdningarmikið er at fáa nóg mikið av rótini við. Træið má ongantíð lyftast eftir bulinum, men heldur á einum skeyta, ið er stungin inn undir rótklumpin. Træið má ikki plantast munandi djúpari, enn tað stóð undan flytingini, tí so kann rótin kódna. Best er at flyta ta árstíðina, tá træið ikki stendur í vøkstri. Havið góða moldríka jørð til nýggju røturnar at vaksa út í. Stór trø mugu bindast væl í fleiri ár eftir flytingina.

 
Hvussu og nær planti eg trø og runnar?

Tað ber til at planta alt árið í Føroyum. Tó liggur oftani  best fyri at planta um várið, tá jørðin er flógv og góð at fáast við, og soleiðis at plantan hevur alt summarið til at festa sær røtur á nýggja vakstrarstaðnum. Plantur við berari rót tola illa at verða fluttar/umplantaðar ta árstíðina, tær standa í vøkstri.

 
Hóskandi viðarvøkstur til føroysk vakstrarlíkindi.

Á Gróðurstøðini ber til at fáa ráð og vegleiðing um val av egnaðum plantutilfari. Tú er vælkomin at seta teg í samband við okkum. Sí plantulistan her.

 
Hvussu røki eg grasvøllin?

Týdningarmikið er at hava góða, moldríka og væl taðaða jørð í grasvøllinum. Eisini er ógvuliga týdningarmikið, at jørðin er væl drenað og væl luftað. Gras trívist vanliga best í kálkkendari jørð. Týdningarmikið er at lata grasið sleppa at vaksa seg heldur sítt fyrst á árinum og móti endanum av sumrinum, soleiðis at grasrótin eisini verður væl fyri. Skuggi er ikki góður fyri brúksvirði av einum grasvølli.

 
Krevst loyvi at flyta viðarvøkstur o.tíl. til og úr Føroyum?

Nei, ongar avmarkingar av týdningi eru fyri innflutningi av plantuvøkstri, mold o.tíl. til Føroya. Danmark hevur í ES samanhangi kravt, at vøkstur úr Føroyum til ES skal verða vaskaður reinur fyri jørð at umganga flatmaðk.

 
Hvussu og nær tilskeri eg trø og runnar?

Vanliga verður sagt, at størri tilskering av trøum og runnum skal gerast, meðan vøksturin er í dvala. Nýggj kanningarúrslit úr fleiri londum vísa tó á, at tilskering seint á sumri gevur besta úrslitið. Tilskering av blómurunnum eigur at verða løgd eftir, hvussu blómingin er háttað (um runnurin blómar á ársskotum, fjørársskotum o.s.fr.). Evnið er væl lýst í mongum urtagarðsbókum. Illfýsnu veðurlíkindini í Føroyum í vetrarhálvuni viðføra, at mangan kann vera betur at tilskera runnar og trø, heldur enn at lata illveðrið bróta vøksturin.

 
Vetrarfriðing

Vetrarfriðing er skipað sbrt. kapittul 8 í L. nr. 172 af 18. Maj 1937 for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m. (Hagalógin). Tað er Búnaðarstovan, ið varðar av hesum málsøki, sí http://www.bunadarstovan.fo/

 
Nýtsla av plantu- og skordýraeitri

Tíverri er ongin lógaráseting í Føroyum um nýtslu av hvørki plantueitri (herbicidum) ella skordýraeitri (insekticidum), ið ofta verða umrødd undir einum sum pesticidir.  Tó stendur eitur til keyps í handlunum. Tað er av stórum týdningi at fylgja vegleiðingini.

 
Hvussu tætt skulu planturnar standa?

Girðing (hekkur): umleið ½ - ¾ m ímillum planturnar.
Botnvøkstur:  3-5 plantur/m2

 

Ofta spurt