140x140

Ferðsla á landi

 

Í veðurlagspolitikkinum er soljóðandi mál sett fyri ferðslu á landi:

Í 2020 eru øll bensin- og dieselrikin akfør orkueffektiv, og ein munandi partur av akførunum nýtir varandi orku. Málið er at minka CO2 útlátið frá ferðsluni við einari helvt.

 

Myndin niðanfyri vísir gongdina í útlátinum av vakstrarhúsgassi frá akførum. 

Mynd Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi frá ferðslu á landi, frá 2005 og fram til seinastu uppgerð, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 50 % undir útlátið í 2005.


Í 2020 var útlátið av vakstrarhúsgassi frá akførum 38 % hægri enn í støðisárinum 2005.

Les meira um útlát av vakstrarhúsgassi her.


Ynskir tú fleiri upplýsingar, so ring 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Ferðsla á landi