140x140

Hagtøl fyri burturkast

Í Føroyum eru tvey burturkastfeløg; Kommunala Brennistøðin (KB) í Tórshavnar kommunu, og IRF, sum er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, ið hinar 28 kommunur eiga og reka.

KB og IRF hava hvør sær ábyrgd av at savna inn og viðgera alt burturkast í teirra kommunum. KB tekur ímóti burturkasti frá umleið 7.500 húsarhaldum og IRF frá umleið 11.000 húsarhaldum. Harafturat taka tey ímóti burturkasti frá stovnum og fyritøkum.

Innsavnað burturkast verður antin brent, tyrvt ella endurnýtt. Sumt verður bólkað sum serliga dálkandi, og verður sent av landinum til serliga viðgerð.

Samanumtikið er samlaða nøgdin av burturkasti økt við umleið 8.000 tonsum frá 2012 til 2016, ið svarar til eina øking á umleið 18%. Nøgdin av burturkasti, ið verður endurnýtt er lutfalsliga økt mest hesi árini, frá umleið 6.000 tonsum í 2012 til umleið 8.500 tons í 2016, ið svarar til eina øking upp á 41%.  Til samanberingar kann nevnast, at nøgdin, ið er brend er økt umleið 10% og vandamikið umleið 4%. Ójavnt er, hvussu nógv er tyrvt, millum 6.000 og 9.000 tons. Tað sum serliga ávirkar nøgdina av burturkasti, ið verður tyrvt, er byggivirksemið. Er nógv bygging í gongd, gevur tað nógv burturkast, so sum grót, betong, gipsplátur o.a. byggiburturkast, ið verður tyrvt.

Nøgd (tons) av burturkasti
Ár  Brent Tyrvt   Endurnýtt  Serliga dálkandi  Tilsamans
2012 30.638 (70%) 6.222 (14%) 6.008 (14%) 998 (2,3%) 43.866
2013 30.490 (67%) 6.993 (15%) 7.084 (16%) 733 (1,6%) 45.300
2014 33.396 (65%) 8.487 (17%) 7.869 (15%) 1.327 (2,6%) 51.079
2015 33.282 (67%) 6.237 (12%) 9.385 (19%) 998 (2%) 49.902
2016 33.677 (65%) 8.691 (17%) 8.482 (16%) 1.035 (2%) 51.885

 

Afturat hesum tekur spilloljuverkið hjá IRF ímóti spillolju og oljudálkaðum vatni, sum verður reinsað og selt.

Á høgra teigi er útgreinað nøgd og hvat slag av burturkasti er ávikavist brent, tyrvt, endurnýtt ella bólkað sum serliga dálkandi.

Les meira um burturkast her


Ynskir tú fleiri upplýsingar um tøl fyri burturkast, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Burturkast