140x140

Samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi

Samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september 2015

Samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi

Samgonguskjal millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn

Orkumál verða umsitin av Heilsmálaráðnum og Siri Stenberg,sum er landsstýriskvinna í millum annað orkumálum, umhvørvismálum og kommunumálum.

----------------------

Í samgonguskjalinum og fylgiskjalinum verður hetta nevnt um orkupolitikk:

Ferð skal av álvara setast á at leggja orkunýtsluna um, so vit gerast sjálvveitandi við grønari orku.

Høvuðsmál,sum vit fara undir at loysa alt fyri eitt

At gera íløgur í grøna orku, so Føroyar kunnu gerast sjálvveitandi við varandi orku.

Ferð á grøna orku

Ein miðvís ætlan fyri útbygging, umlegging, framleiðslu og nýtslu av varandi orkukeldum verður raðfest.

Í minst lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu innanfyri 10 ár hitast við grønari orku.

Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku.

Fyri at gagnnýta elorkuna í yvirskoti og geva rúm fyri størri útbyggingum skal eggjast til grøna orkunýtslu hjá húsarhaldum, í flutningi og í vinnu.

Verandi stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast til tess at røkka málunum.

Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku, og ætlan fyri orkusparing og –umlegging gerast fyri eldri bygningar.

Vinnumenning og útbúgvingar innan grøna tøkni og orku skulu stimbrast.

Livandi útoyggjar og smápláss

Verandi orkuveiting á útoyggj verður dagførd, og hon skal í størst møguligan mun brúka grønari orku.

Oyggjarnar verða royndarøki fyri grøna orku.

Sí samgonguskjal

Sí fylgiskjal til samgonguskjal, mál at fremja

 

Orkupolitikkur