140x140

Ramsar-sáttmálin

Ramsar er ein av fleiri altjóða sáttmálum, sum hava til endamáls at verja náttúruna.
 

Hvat er Ramsar-sáttmálin?
Í 1971 varð ”Millumtjóðasáttmálin um vernd av vátøkjum av altjóða týdningi serstakliga sum búøki hjá vatnfuglum” samtyktur. Á gerandismáli verður sáttmáli bert nevndur Ramsar-sáttmálin .

Sáttmálin kom í gildi í 1975, og hava nú 169 lond tikið undir við honum, teirra millum øll Norðurlond. Tilsamans eru nú 2.220 Ramsar-øki í heiminum. Føroyar tóku undir við Ramsar-sáttmálanum í 1977, sum partur av danska kongaríkinum.


Skyldur
Lond, sum hava tikið undir við sáttmálanum, binda seg til at tilnevna í minsta lagi eitt Ramsar-øki og at arbeiða fyri, at tryggja vernd av vátøkjum. At gagnnýta vátøki skal gerast á ein burðardyggan hátt. Tað vil siga, at umsitingin av einum Ramsar-øki bæði skal varða av tess virði og tryggja, at gagnnýtslan av økinum ikki minkar um virðið.


Endamál
Upprunaliga var endamálið við sáttmálanum einans at verja vátøki av altjóða týdningi, serstakliga búøki hjá vatn- og sjófuglum. Men seinastu árini er Ramsar-sáttmálin eisini farin at fata um fuglabjørg. Higartil er tað tó einans í Norra og í Føroyum, at fuglabjørg eru útpeikað sum Ramsar-øki.

Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um har eru fleiri enn 20.000 fuglar av einum slag, ella um tað í minsta lagi er 1% av heimsstovninum av einum slagi ella undirslagi á økinum.

Eitt annað endamál við Ramsar-sáttmálanum er at tryggja eina skynsama gagnnýtslu og varðveitslu av náttúruni, og - um neyðugt - seta tiltøk í verk fyri at verja náttúruna. Tiltøk skulu altíð taka atlit at lokalsamfelagnum, eins og øll verandi nýtsla og siðir, veiða og annað virksemi kunnu halda fram, so leingi sum tað ikki er ein hóttan ímóti fugli ella teirra umhvørvi. Fer eitt virksemi fram, sum ikki verður mett burðardygt, og sum kann skaða fugl, ella teirra natúrliga umhvørvi, mugu stig takast til broytingar.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Ramsar-sáttmálin