140x140

At kæra ein avgerð hjá kommunustýri

Er tú ónøgd/ur við avgerð, sum kommunan hevur tikið um eitt umhvørvisverndmál, so ber til at kæra til Umhvørvisstovuna.

Kæran skal latast tí myndugleika, sum hevur tikið avgerðina, t.e. kommununi. Kommunan hevur skyldu til at vegleiða tær nærri um hvussu tú kanst kæra avgerðina.

Kommunustýrið skal síðani senda øll skjøl, sum hava týdning fyri viðgerðina av kæruni, til Umhvørvisstovuna.

Avgerðir, sum Umhvørvisstovan tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum.
 

Ynskir tú nærri vegleiðing um at kæra, so ring til okkara, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

 

At kæra ein avgerð hjá Umhvørvissstovuni

Avgerðir, sum Umhvørvisstovan tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Til dømis treytir í eini umhvørvisgóðkenning ella eini boð um ikki at larma, dálka ella annað.

Kæran skal fyrst sendast til Umhvørvisstovuna, sum síðan sendir hana víðari til landsstýrismannin við umhvørvismálum, saman við neyðugum skjølum.

Freistin fyri at kæra er fýra vikur frá tí degi, at avgerðin varð fráboðað ella varð almannakunngjørd.

Avgerðin, sum landsstýrismaðurin tekur í kærumálinum er endalig, tvs. at hon ikki kann kærast til annan myndugleika. 

Hvør hevur kærurætt?
Kærurætt hevur í fyrsta lagið tann, sum varðar av avgerðini, t.e. tann, sum fær boð ella forboð frá einum myndugleika. Tað kann eisini vera ein, sum søkir um eitthvørt, t.e. umhvørvisgóðkenning.

Kærurætt hava eisini tey, hvørs viðurskifti verða beinleiðis ávirkað av avgerðini, t.e. viðvíkjandi arbeiðs- og inntøkumøguleikum, í sambandi við bústað o.s.fr.
 

Ynskir tú nærri vegleiðing um at kæra, so ring til okkara, tlf. 342400, ella send okkkum ein teldupost us@us.fo.

Les meira

Kærur