140x140

At klaga um umhvørvi

Er tú ónøgdur við umhvørvisviðurskifti, so skal tú klaga til kommununa ella Umhvørvisstovuna, alt eftir, hvør er umhvørvismyndugleiki. Út frá klaguni verður ein avgerð tikin, t.d. eini boð um at rudda upp ella eini forboð ímóti at brúka køst. Er avgerðin ikki tær til vildar, kann hon kærast.

Klagur til kommununa

Dømi um klagur, sum skulu sendast til kommununa:

  • kloakk (t.d. lukt, rottu, evju, skitnar áir/fjøra og smittuvanda)
  • bál (t.d. lukt og royk)
  • larm (t.d. frá vinnuligum virksemi, ferðslu ella grannum)
  • órudd og rusk (t.d. gomul akfør og burturkast)

Kommunan er umhvørvismyndugleiki á staðnum, og tað er tí har tú skal klaga. 

Ofta er best at senda eina skrivliga klagu, har tú greiðir frá trupulleikanum. Um tit eru fleiri, sum hava ampa av sama trupulleika, so er skilagott at gera vart við tað.

Klagur til Umhvørvisstovuna

Kommunur hava ikki eftirlit við virkjum, sum Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent, t.d. alifeløgum, brennistøðum, tyrvingarplássum o.a. Tá er Umhvørvisstovan eftirlitsmyndugleiki, og tú skal klaga til okkum.

Eisini ber til at klaga til Umhvørvisstovuna, um kommunan ikki loysir ein trupulleika, sum tú hevur klagað til kommununa um.

Umhvørvisstovan viðger tó einans klagur um kommunal viðurskifti, tá borgarin kann vísa á at hann sjálv/ur hevur roynt at gjørt kommununa varðuga við viðurskiftini, helst meira enn eina ferð, og bæði munnliga og skrivliga.

Klagur til Umhvørivsstovuna skulu helst vera skrivligar, og avrit av brævasamskiftinum við kommununa skal sendast saman við.

 

 Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Les meira

Klagur