140x140

Um klagur og kærur

Er tú ónøgd/ur við umhvørvisviðurskifti kanst tú klaga til kommununa ella Umhvørvisstovuna, alt eftir hvør er eftirlitsmyndugleikin.

Er tú ónøgd/ur við avgerð, sum antin kommunan ella Umhvørvisstovan hevur tikið, kanst tú kæra til ávikavist Umhvørvisstovuna ella landsstýrismannin í umhvørvismálum.

 

 Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Les meira

Klagur og kærur