140x140

Amboð til grøn innkeyp

Vegleiðingar

Í høgra bredda eru leinkjur til heimasíður, sum hava vegleiðingar, sum gera tað lættari hjá stovnum at fara undir at keypa grønar vørur og tænastur, og sum vísa á, hvørjir spurningar eru mest viðkomandi at seta, tá tú ynskir at vita meiri um umhvørvisligu eginleikarnar hjá eini vøru. 

Umhvørvismerkir

Umhvørvismerkir eru gjørd fyri at veita umhvørvisliga kunning um eina vøru ella eina tænastu, við tí endamálið at hjálpa brúkarunum og øðrum at velja grønari vørur ella tænastur.

Ein umhvørvismerkt vøra hevur vanliga verið gjøgnum neyvar kanningar, har mett verður um, hvørji umhvørvisárin standast av henni gjøgnum livitíð hennara - frá “vøggu til grøv” -  grundað á álítandi vísindaligar upplýsingar. Ein slík greining gevur upplýsingar um kostnaðin av eini vøru – heilt frá útvinning av ráevnum, til framleiðslu, vøruflutning og at enda burturbeining av vøruni.
 

        

Svanamerki og ES-Blóman eru viðurkend almenn umhvørvismerki

Les meira um Svanan og ES-Blómuna

Í høgra teigi finnur tú leinkjur til heimasíður, sum kunnu hjápa tær at finna umhvørvisvinarligar vørur.
 

Vilt tú vita meira um grønt alment innkeyp, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.

Amboð til grøn innkeyp