140x140

Skjótt syftir seiðir og tunga takið

Í 2008 heitti Landsstýrið á Umhvørvisstovuna um at standa fyri arbeiðsbólki, ið skuldi tilevna eitt uppskot til virkisætlan um at minka útlátið av vaksttarhúsgassi.
 

Arbeiðssetningurin hjá bólkinum, sum bleiv mannaður við umboðum fyri avvarðandi aðalráð og stovnar, var at lýsa, greina og mæla til tiltøk, ið kunnu minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Tilmælini skulu vísa á møguleikar at minka um útlátið og vera grundarlag undir teimum tiltøkum, sum eru neyðug, fyri at Føroyar kunnu lúka krøvini í nýggju avtaluni, sum væntandi verður samtykt á ST veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember 2009.

Skjótt syftir seiðir og tunga takið vísir, at eyðsýndir møguleikar eru at minka útlátið hjá flest øllum útlátsbólkum, og verða tiltøkini framd, kann samlaða CO2-útlátið skerjast við einari helvt. Fram til 2020 kann útlátið skerjast við umleið 35%.

Skjótt syftir seiðir eru átøk, sum kunnu fremjast lutfalsliga skjótt og lætt, og sum kunnu minka munandi um útlátið av vakstrahúsgassi. Tunga takið eru tiltøk, ið eru drúgvari at fremja.

Frágreiðing: Skjótt syftir seiðir og tunga takið

Um tú vil síggja framløguna av Skjótt syftir seiðir og tunga takið á ráðstevnu á Hotel Føroyum í desember í 2008, trýst her.

Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo

Skjótt syftir seiðir og tunga takið