140x140

Ofta Spurt

Hvar fráboði eg flyting?
Hvussu fái eg eitt P-talskort?
Hvar broyti eg navn?
Hvussu verði eg frítikin hernaðarskyldu í Danmark?
Hvussu fái eg duldan bústað?
Hvørjar váttanir kann LFY geva?
Hvønn kann eg kæra til?
Hvørjar upplýsingar eru skrásettar um meg?
Nær fær man eitt føroyskt P-tal?
Má P-talið skrivast á eitt inngjaldingarkort?
Hvørjar upplýsingar kunnu almennar myndugleikar fáa frá LFY?
Hvussu fái eg skrásett eina adressu í útlandinum?

Hvar fráboði eg flyting?

Um flutt verður til norðurland, skal flyting fráboðast til myndugleikan í tilflytingarlandinum.
Um flutt verður til onnur lond enn norðurlond, skal fráflytingin boðast til kommununa, har flutt verður frá.

 
Hvussu fái eg eitt P-talskort?

Eitt P-talskort verður sent viðkomandi í sambandi við navnagávu og tá ið persónur 1. ferð verður skrásettur sum fastbúgvandi í Føroyum.
Eisini verður nýtt P-talskort gjørt í sambandi við navnabroyting.

 
Hvar broyti eg navn?

Navnabroytingar fara fram við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan ella við loyvi frá landsstýrismanninum.
Skrásetingarmyndugleikin er kirkjubókaførandi sóknarpresturin í tí prestagjald, har tú býrt.

 
Hvussu verði eg frítikin hernaðarskyldu í Danmark?

Í "lovbekendtgørelse nr. 1242 af 12. december 2003" grein 1, stk 3, stendur:
Stk. 3. Den, der er tilflyttet fra Færøerne eller Grønland efter at have haft ophold der i mindst 10 år, kan af forsvarsministeren eller den myndighed, forsvarsministeren bemyndiger til det, fritages for værnepligt. Ansøgning om fritagelse skal afgives senest 4 uger efter, at den værnepligtige har modtaget pålæg om at møde til Forsvarets Dag, jf. § 13, stk. 2.

Tú skalt seta teg í samband við Landsfólkayvirlitið fyri at fáa eina váttan um bústaðartíð í Føroyum.

 
Hvussu fái eg duldan bústað?

§ 25. Øll kunnu venda sær til bústaðarkommununa til at fáa navna- og bústaðarvernd sum trygd fyri, at navn og bústaður hjá viðkomandi í Landsfólkayvirlitinum ikki verður upplýst privatum, sbr. tó § 31, § 35, stk. 4, § 39, stk. 3-5, § 40, stk.1 og § 42.
Verndin fellur av sær sjálvum burtur, tá ið eitt ár er farið, uttan so, at persónurin vil hava verndina at falla burtur áðrenn, ella tá ið kommunustýrið heldur, at heilt serlig viðurskifti rættvísgera vernd út um tað eina árið.

 
Hvørjar váttanir kann LFY geva?

Bústaðartíð í Føroyum
Váttan um P-tal
Hvørjar upplýsingar eru skrásettar um ein

 
Hvønn kann eg kæra til?

Grein 52 í lóg um fólkayvirlit sigur: "§ 52. Kærast kann til Innlendismálaráðið um avgerðir, ið kommunustýri hava tikið eftir hesi lóg, innan 4 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað kæraranum. Kærur skulu vera skrivligar og latast tí kommunustýrinum, sum tikið hevur avgerðina."

 
Hvørjar upplýsingar eru skrásettar um meg?

LFY inniheldur upplýsingar um P-tal, navn, adressu, føðingarstað, ríkisborgaraskap, limaskap í fólkakirkjuni, borgarastøðu og dagfestingar hesum viðvíkjandi.
Harafturat upplýsing um bústaðarverju, starv, notat, sjálvræði.
Upplýsingarnar í LFY eru vístar ó fylgiskjali til lógina.

 
Nær fær man eitt føroyskt P-tal?

Allir persónar, sum í juli 1982 vóru skrásettir í LFY og allir persónar sum síðan 1982 eru skrásettir í LY, hava fingið eitt P-tal.
Harafturat fáa persónar, sum skulu skattast í Føroyum, eitt P-tal.

 
Má P-talið skrivast á eitt inngjaldingarkort?

Sambært grein 50 í lógini kann P-talið skrivast fult lesiligt á inngjaldskort, um inngjaldskortið verður sent í brævbjálvi.
Grein 50:
§ 50. Almennir myndugleikar hava skyldu til at ansa eftir, at eingin óviðkomandi fær upplýsingar um persónstøl. Persónstøl mugu ikki setast á brævbjálvar, síggjast ígjøgnum brævbjálvar við rúti ella síggjast á øðrum sendingum. Er í onkrum tílíkum føri neyðugt at tilskila samleikan hjá móttakaranum, skal persónstalið kámast, so ikki ber til at kenna tað aftur.
Stk. 2. Persónstal kann setast á girokort, um tað verður sent viðkomandi í afturlatnum brævbjálva.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at almannakunngera persónstøl, uttan so at tað snýr seg um proklama í sambandi við deyðsbúgv, ella at hetta er heimilað í lóg.

 
Hvørjar upplýsingar kunnu almennar myndugleikar fáa frá LFY?

Endamálið við LFY er m.a. at upplýsingarnar í LFY á lættan hátt kann gevast víðari til almennar myndugleikar.
Allar upplýsingar í LFY kunnu tí latast ein almennan myndugleika. Treytin er tó, at viðkomandi myndugleiki hevur rætt til at viðgera viðkomandi upplýsingar, og at myndugleikin viðger upplýsingarnar sambært lóg um viðger av persónsupplýsingum.

 
Hvussu fái eg skrásett eina adressu í útlandinum?

Um ein adressa í útlandinum ynskist skrásett í LFY, skal fráboðan sendast til seinasta bústaðarkommunu í Føroyum.

 

Ofta spurt