140x140

Navnamál

Fólkanøvn   
Navnamál umsitin av Umhvørvisstovuni. Reglurnar um navngeving eru í Løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn. Lógin kann lesast her.

Navnagáva - børn, meginreglur:  
Børn skulu fáa navn, áðrenn tey eru 6 mánaðir gomul. Ásett er, at eingin kann hava fleiri enn 3 fornøvn, 1 millumnavn og 1 eftirnavn. Navn barnsins skal fráboðast skrásetingarmyndugleikanum, sum er kirkjubókførandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har móðirin búði, tá ið hon átti barnið.

Fornøvn, sum eru góðkend  
Tey fornøvn, sum longu eru góðkend, eru á einum navnalista, sum Navnanevndin stendur fyri. Skal barnið fáa eitt longu góðkent navn, er nóg mikið, at foreldrini skráseta navnið hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini.

Fornøvn, sum ikki eru góðkend
Tá ið foreldur ætla at geva barninum eitt navn, sum ikki er á navnalistanum, skulu foreldrini venda sær til Navnanevndina, sum ger av hvørt eitt tílíkt navn kann verða givið. Navnanevdin tekur avgerð um navnið kann góðkennast út frá galdandi navnalóg. Nevndin viðgerð eisini umsóknir um undantak frá lógarkravinum um, at navn skal vera í samljóði við føroyskar málreglur, tá ið kallað verður upp eftir fólki í ættini. Fæst góðkenning frá Navnanevndini, er hetta nóg mikið til at fáa navnið skrásett hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini. Sýtir navnanevndin, kunnu foreldrini kæra avgerðina til Umhvørvisstovuna.

Foreldur av útlendskum uppruna
Er annað ella bæði foreldrini av útlendskum uppruna, og foreldrini ætla, at barn teirra skal fáa útlendskt navn eftir útlendskum navnasiði, skal umsókn sendast til Umhvørvisstovuna um loyvi at nýta útlendskan navnasið: Navnaloyvi til barn.pdf

Millumnøvn - børn 
Meginreglan er, at millumnavn kann vera millumnavnið hjá faðir ella móður ella eitt navn, sum barnið annars hevur rætt at fáa sum eftirnavn uttan umsókn.

Loyvi til at fáa millumnavn, sum barnið hevði kunna fingið sum eftirnavn ella hevur serligt tilknýti til, kann fáast við at senda umsókn til Umhvørvisstovuna við hesum oyðiblaðið: Navnaloyvi til barn.pdf

Eftirnøvn - børn
Eftirnavn kann vera ættarnavn faðirs ella móður ella ættarnavn, sum annað av foreldrunum seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu.

Í staðin fyri ættarnavn kann eftirnavnið hjá barninum vera fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við kyn barnsins.

Hetta kann avgreiðast hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini. Legg til merkis, at er navn faðirs ella móður tvínevni, kann bert annað navnið nýtast.

Hjún
Hjún kunnu við giftu taka millumnavnið og/ella ættarnavnið hjá hjúnafelaganum. Hetta verður eisini gjørt hjá kirkjubókførandi prestinum í sóknini, tá ið hjúnalagið verður inngingið.

Navnabroytingar  
Flestu navnabroytingar kunnu gerast við at venda sær til kirkjubókførandi prestin í sóknini. Í serligum førum, har kirkjubókførandi presturin ikki hevur heimild at avgreiða navnabroytingina, krevst, at umsókn um navnabroyting verður send Umhvørvisstovuni. Hetta er neyðugt, tá ið talan er um serlig eftirnøvn, tá ið upprunanavnið er givið uttanlands, ella tá ið eftirnavnið, sum viðkomandi vil hava strikað, er fingið við giftu uttanlands. Sí Umsóknarskjal, navnabroyting.pdf (dansk version) (english version)

Kann Umhvørvisstovan játta, verður loyvið til broytingina givið við navnaprógvi. Er ivi um, hvørt navnið er í samljóði við føroyskar málreglur, kann Umhvørvisstovan undir málsviðgerðini biðja um tilmæli frá navnanevndini, áðrenn tílík loyvi verða givin.

Tá ið Umhvørvisstovan útskrivar navnaprógv, verður samstundis fráboðan send avvarðandi myndugleikum um, at navnið er broytt. 

Kærumøguleikar 
Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni kunnu kærast til Umhvørvis- og Vinnumálaráðið
Avgerðir hjá navnanevndini kunnu kærast tíl Umhvørvisstovuna.

 

Vilt tú vita meira ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella send okkum ein teldupost á us@us.fo.

 

 

 

Navnamál