140x140

Hvat er ein umhvørvisgóðkenning?

Ein umhvørvisgóðkenning ein myndugleikagóðkenning, sum Umhvørvisstovan gevur virkjum sum eru serliga dálkandi.

Treytir

Ein umhvørvisgóðkenning inniheldur treytir til raksturin, m.a.:
• At spillivatn skal leiðast beinleiðis á sjógv við góðum vatnskifti,
• Markvirði fyri innihald av dálkandi evnum í spillivatni og royki,
• Handfaring og goymslu av burturkasti,
• Innaneftirlit,
• Goymslu av kemikalium,
• At rakstrarupplýsingar skulu skrásetast og vera til taks hjá myndugleikanum.

Tíðaravmarking

Umhvørvisgóðkenningar verða vanliga givnar uttan tíðaravmarking. Umhvørvisstovan kann tó broyta treytirnar fimm ár eftir, at góðkenningin er givin, men einans um nýggju krøvini kunnu grundgevast umhvørvisliga – t.e. um nýggjar upplýsingar eru komnar um dálkingarárin, um dálkingin frá virkseminum elvir til umhvørvislig árin, ið ikki vóru kend tá góðkenningin varð givin ella um dálkingin í aðrar mátar verður størri enn hon var tað góðkenningin varð givin.

Hesi virki skulu góðkennast

Listi yvir virkir og virksemi, sum eru serliga dálkandi og sum skulu umhvørvisgóðkennast.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Hvat er ein umhvørvisgóðkenning?